Fyrst æt deildin formuldadeildin, eftir tað vodafonedeildin, og seinnu árini effodeildin. Komandi fimm árini kemur besta fótbóltsdeildin at eita Betrideildin. Hetta verður eisini galdandi fyri bestu kvinnudeildina, sum ikki hevur havt ein sponsor áður.
Christian Andreasen, forseti í FSF stórfegnast um nýggju fimm ára stuðulsavtaluna við Betri samtakið, sum er ein góð avtala fyri allan føroyskan fótbólt, bæði elitu- og breiddarfótbólt.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Christian Andreasen aftaná fimm ára stuðulsavtalan var undirskrivað í FSF-húsinum seinnapartin í dag.
Í dag er eisini formansfundur í FSF-húsinum, har formennirnir í føroysku fótbóltsfeløgunum umrøða ymisk mál.