Ein gøla fyri rættartrygdina

- Løgmaður er dumpaður.

Tað staðfestir Høgni Hoydal nú tað er greitt, at tað ongar avleiðingar fer fyri Johan Dahl landsstýrismann, at hann gav Jógvan Thomsen ávaring fyri avgerðir, sum vórðu tiknar á stovninum, áðrenn hann yvirhøvur varð stjóri. Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, er løgmaður ivingarsamur í um hann er samdur við ávaringini. Men hinvegin heldur hann ikki, at Johan Dahl er farin út um sínar heimildir og tí ger hann onki við málið.

- Hetta er ein veruliga gøla fyri rættartrygdina, talufrælsið og fullgóða fyrisiting í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.

Eftir hansara tykki hevur løgmaður við hesum góðtikið valdsmisnýtslu hjá einum landsstýrismanni móti einum embætisfólki, ið hevur víst stórt dirvi og hevur umsitið fullgott og lógliga, sum hann málber seg.

- Men ístaðin fyri at gera nakað við málið, ger løgmaður av at verja sín egna floksfelaga.

Tí er hann dumpaður í síni fremstu uppgávu sum løgmaður.

Høgni Hoydal staðfestir, at hann fer ikki at sleppa málinum, men fer at taka tað upp aftur í Løgtinginum.