Ein góð íløga

Tað er heilt vist, at filmurin fer at hjálpa væl til at gera Føroyar kendar í øðrum londum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráði Føroya

Royndirnar aðrastaðni eru, at filmsvinnan hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna. Tá ið filmur er gjørdur ur einum landi, koma væl fleiri fólk úr øðrum londum at vitja tað landið.
Tí sá Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráði Føroya tað sum eina sjálvsagda uppgávu at samskipa arbeiðið við at útvega føroyska fíggjarliga partin.
Hini londini gjalda bróðurpartin av tí, sum filmurin kostar at gera, men tað er er treytað av, at Føroyar eisini gjalda ein part.
Føroyar skulu gjalda nakrar milliónir krónur. Enn er ikki komið á mál, men Guðrið Højgaard er sannførd um, at tað fer at eydnast at finna tær seinastu krónurnar.
- Filmurin fer heilt vist at fáa stóran týdning fyri ferðavinnuna, tí filmurin fer at fáa fleiri ferðafólk at koma higar. Tí er hetta ein góð íløga. Peningurin er væl útgivin og kemur innaftur, sigur Guðrið Højgaard.
Seinasti stóri filmur, sum upptikin varð í Føroyum, var Barbara, og hann fekk eisini útlendsk ferðafólk at vitja Føroyar. Filmurin Barbara kom í 1997, og tað eru 16 ár síðan.