Ein góð byrjan

-Sjálvur haldi eg, at bert eitt slíkt felag, sum hevur so stóran part av føroyska vinnulívinum við sær, hevur møguleika at sæta sær í hesi krevjandi vinnu.

Hóast fyrsta útbjóðingin á føroyskum øki neyvan verður latin upp fyrr enn seint í hesum árinum og verulig boring ikki byrjar fyrr enn um 1-2 ár, so hava nøkur útlendsk oljufeløg kortini mett, at tað er umráðandi at hava skrivstovu í Føroyum. Fyrsta felagið at lata upp skrivstovu var Saga Petroleum, og síðani kom Amerada Hess, sum operatørur fyri The Faroes Partnership samtakið.

Tá avtala varð undirskrivað millum hetta útlendska samtakið og føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni herfyri legði kanningarstjórin í Amerada Hess, Richard Hardmann dent á týdningin, sum nettup skrivstova teirra í Havn hevði havt fyri avtaluna við føroyska oljufelagið.

Í dag starvast trý fólk á skrivstovuni. Eitt teirra er Johan Mortensen. Líka síðani hann var við til at stovna Føroya Oljuídnað hevur hann lagt stóran dent á týdningin at fáa føroyskt vinnulív við í eina komandi oljuvinnu. Hann er sera fegin um, at Atlants Kolvetni nú av álvara hevur tikið stig til at verða partur av altjóða oljuvinnuni. -Sjálvur haldi eg, at bert eitt slíkt felag, sum hevur so stóran part av føroyska vinnulívinum við sær, hevur møguleika at sæta sær í hesi krevjandi vinnu.

Hann sigur seg eisini verða sannførdan um, at Atlantic Petroleum sum tíðin líðir, fer at kunna arbeiða innan oljuvinnu aðrastaðni í heiminum. Norðmenn hava víst, at tað ber til, so hví skulu vit ikki eisini megna hetta spyr hann.

Johan Mortensen vónar at hava eitt stórt tal av føroyingum við, tá sett verður á at bora á landgrunninum. Nú er umráðandi, at tíðarætlanin heldur og fyrsta útbjóðingarumfar ikki verður meira seinkað.

Johan Mortensen, sum hevur arbeitt sum fiskasølumaður alt sítt lív, men sum nú hevur valt oljubransjuna ístaðin, er eisini fegin um ta gongd, sum vit eru vitni til í føroyska samfelagnum í løtuni.

-Eingin ivi er í í mínum hugaheimi, at fiskivinnan er og verður okkara framtíðar høvuðsvinna. Tað er henni vit skula liva av í øld eftir øld. Men vit hava tørv á at hava onnur bein at standa á eisini, og her haldi eg, at m.a. oljuvinnan kann vera eitt teirra.

Johan Mortensen vísir annars til gongdina í Noregi, har nettup fiskivinna og oljuvinna hava megnað at liva lið um lið, og har inntøkurnar frá eitt nú oljuvinnuni hava verið við til at menna fiskivinnuna.

Hann heldur tað vera rætt, at vit fyrireika okkum sohvørt til hesa nýggju vinnu og heldur tað vera sera áhugavert at síggja, at teir fyrstu føroyingarnir hava tikið prógv sum borarar í Føroyum.

Johan Mortensen vísir á, at tað verða hesir ungu menninir og teirra líkar, sum koma at mynda føroysku oljuvinnuna. -Eg eri persónliga sera fegin um, at ungir menn vísa hesari vinnu ans og hava áræði til at fara til verka.