Ein fyri framtíðina

Ársins songrødd 2008, Anna Nygaard, sjarmerði seg beint inn í hjørtuni á áhoyrarunum tá hon, saman við bólki hennara, hevði eina frálíka konsert á Torginum

Fleiri av okkara fremstu songfuglum hava á sinni havt heitið Ársins Songrødd á sær, og undir framførsluni á Torginum við Annu Nygaard, kundi tú hóma enn ein songfugl á veg fram á føroyska tónleikapallinum.

Mótsatt fleiri av teimum ungu og nýggju sangarunum, syngur Anna Nygaard ikki sangir, ið eru serliga nemmir at syngja. Og hóast tað til tíðir var torført at hoyra hvat hon sang, serliga tá hon fór niður í teir djúpu tónarnar, vigar hennara aldur og torleikastigið á hesum slagi av sangum væl og virðiliga upp fyri hetta. Men tá hon so fer longri uppaftur á tónastiganum, eigur hon longu eina sera sterka rødd, og tað var júst henda røddin, ið sjarmeraði seg beint inn í hjartað.

Tað, at hon torir at fara í holt við at syngja jazz og motown, er eitt bragd í sær sjálvum. Føroyingar eiga ikki serliga nógvar av hesum sangarunum, og hetta er við til at gera júst hana til nakað serligt.

Tað merktist hóast alt, at hon ikki er von við at spæla saman við bólki, men hetta var als ikki nakað, ið darvaði framførsluni. Tónleikurin passaði sera væl til fjøldina, ið mundi telja okkurt um 200 áhoyrarar í øllum aldrum, og har var ein sera hugnaligur stemningur á Torginum, og satt at siga var bara at møta upp og njóta hesa stundina, meðan Ársins Songrødd bjóðaði tær alla ta sálarbót, tú hevði brúk fyri.

Um eg gekk við hatti, skuldi eg við virðing tikin hann av fyri hesum songfuglinum, sum er á veg fram á føroyska tónleikapallin.