Ein funnin frensur fyri at spara olju

Innflutningurin av olju at hita hús við, kann minkast 75 prosent til 90 prosent

At brúka hitapumpur, er ein funnin frensur í royndunum at minka um innflutningin av olju.

 

Tað sigur Umhvørvisstovan

 

Ført hevur verið fram, at hitapumpur minka ikki um innflutningin av olju, tí tær bara flyta oljunýtslunafrá privathúsum inn á motorverkið hjá SEV á Sundi, ella á verkið í Vági.

 

Men hesum vísir Umhvørvisstovan aftur.

 

Hitapumpur gera fleiri ferðir so nógva orku at hita hús upp við, sum tær brúka í orku og tí brúkar ein hitapumpuna altíð minni olju enn eitt oljufýr, hóast alt elorkan, hitapumpan brúkar verður gjørt úr olju.

 

Hitapumpur í Føroyum geva enn størri fyrimun, tí framleiðslan hjá SEV er blivin grønari seinnu árini.

 

Í fjør komu 60 prosent av allari elframleiðsluni hjá Sev úr vatni og vindi. At so nógv orka frá Sev, er grøn, gera, at hitapumpur er ein funnin fressur til at gagnnýta grønu orkuframleiðsluna hjá SEV, sigur Umhvørvisstovan.

 

Umhvøvisstovan sigur sum dømi, at brennur eitt oljufýr 2289 litrar av olju um árið, brennur ein hitapumpa, sum gevur líka nógvan hita, og líka nógv heitt vatn, bara 418 litrar av tungolju frá Sev.

 

- Sostatt minkar oljunøgdin 82%, tá lagt verður um frá oljufýr til hitapumpu.

 

Tungoljan hjá Sev kostar bara helvtina av tí, vanlig húsarhaldsolja kostar. Sostatt minkar ein hitapumpa í meginøkinum útreiðslurnar til innflutning av olju niður í ein tíggjundapart av tí, tær høvdu verið, skuldi oljufýr verðið brúkt at hita húsini við.

 

Stóðu húsini í Suðuroy, har elframleiðslan í 2015 var 16% vatn og 84% olja, høvdu útreiðslurnar minkað 49% í nøgd og 75% í útreiðslum, sigur Umhvørvisstovan.