Ein fuglur órógvar Atlantsflog

Flogfarið hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn í dag fekk ein fugl í motorin – eitt »birdstrike«, sum tað nevnist á flogmáli, og tí má flogfarið til tekniskt eftirlit

Flogfarið hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn í dag fekk ein fugl í motorin – eitt »birdstrike«, sum tað nevnist á flogmáli, og tí má flogfarið til tekniskt eftirlit, sum tað eitur.

 

Hetta órógvar flúgvingina hjá Atlantsflog í morgin, soleiðis at fimm flogferðir hjá Atlantsflog eru útsettar.

 

Og sum vanligt er heitir Atlantsflog á fólk um at kunna seg á netinum heldur enn at koma vestur á flogvøllin.