Nýggi Skúlin við Streymin, sum saman við ítróttarhøll verður bygdur aftrat Felagsskúlanum á Oyrarbakka, verður tveysporaður, og hann verður bygdur soleiðis, at hann kemur at rúma øllum skúlanæmingum í Sunda kommunu.
- Hetta verður ein framtíðar skúli, sum eisini verður bygdur við tí fyri eyga, at fólkavøkstur verður í kommununi. Tá fólk síggja allar teir møguleikar, sum hetta velduga skúla-og hallarumhvørvi fer at geva øllum næmingum, fer skúlin í sær sjálvum eisini at hava eina atdráttarmegi.
Tað sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen. Hann vísir eisini á, at saman við nýggja skúlaumhvørvinum hevur kommunan alt, sum fólk, ið ætla sær at seta búgv, kunnu hugsa sær - alt frá góðari barnaansing, skúla-, ungdóms-og ítróttarvirksemi til eina trygga og góða eldrarøkt.
Borgarstjórin sigur, at mentanarliga er kommunan eisini ríkað við árligum tiltøkum, eins og nógv verður gjørt burtur úr á ferðavinnuøkinum. Umframt vøkru bygdirnar og umhvørvini kring Sundalagið - heilt úr Hósvík til Tjørnuvíkar - eru tvær veruligar náttúruperlur eisini í kommununi.
- Tær eru Gjógv og Saksun, ið báðar draga nógv ferðafólk til sín. Nú parkeringsviðurskiftini í Saksun eru dagførd og gjørd rúmligari, bæði til bilar og bussar, og bygdin eisini hevur fingið alment wc, vænta vit avgjørt, at Saksun sum ferðavinnubygd rættiliga fer at taka dyk á seg aftur. Við Gjógv er komið kampingøkið, umframt at bygdin hevur fingið summarhúsøkið.
Heðin Zachariasen vísir á, at í nýggja Skúlanum við Streymin verður bæði grunddeild, miðdeild og hádeild. Skúlin verður bygdur soleiðis, at tey smærru og tey størru børnini ikki koma at ganga um beinini hjá hvørjum øðrum, og bygt verður eisini soleiðis, at størru næmingarnir sleppa út at verða fyri seg sjálvar.
- Skúlin verður eisini bygdur soleiðis, at lærararnir alla tíðina verða tætt upp á næmingarnar, sum borgarstjórin hann tekur til.