Ein framúr arbeiðsfelagi

Eitt arebiðsgrev, sum altíð leitar eftir loysnum og møguleikum. Tað er skoðsmálið, sum Jens Erik Magnussen fær frá sitandi FSF-forsetanum

Fótbóltur

Í eini 22-23 ár hevur núverandi forsetin í FSF, Óli Holm, verið í nevnd saman við Jens Eriki Magnussen, og spurdur, hevur hann bara rósur at bera starvsfelaganum.
- Fyrst og fremst, so er talan um ein mann, sum kennir allar partar av føroyska fótbóltsheiminum í smálutir. 29 ár í nevndarbeiðnum hjá FSF hava givið honum óteljandi royndir. Ikki minst, tí hann hesi árini hevur verið partur av øllum nevndum okkara.
- Ikki minst meti eg, at vit fara at sakna hansara royndir í landsliðsarbeiðnum. Har hevur hann jú verið formaður í landsliðsnevndini í eini 15 ár, og tí kennir hann allar partar av altjóða spælinum í so máta. So eg taki tað fyri givið, at vit onkra tíðina koma at spyrja hann um góð ráð.
- Og so kann eg leggja afturat, at hann er ein persónur, sum er serstakliga góður at sita í nevnd við. Hann leitar altíð eftir møguleikum og loysnum, har onnur kanska síggja trupulleikar, og tað ber ofta við sær, at hann fær sera nógv burturúr.
- Men eins høgt, sum eg meti Jens Erik, eins væl skilji eg støðu hansara. Við meira enn fjórðings øld í nevndararbeiði okkara hevur hann so væl og virðiliga tænt sína hernaðarskyldu, og eg kann illa gera annað, enn bara ynskja honum alt tað besta, sigur Óli Holm.