Ein frálík og øðrvísi konsert í Virkishúsinum

Menninir í ORCA hava sjálvir gjørt øll ljóðførini, teir spæla uppá. Dávur Winther í Klaksvík hevur verið til konsert hjá teimum í Virkishúsinum í Klaksvík

 

Dávur Winther:

 

ORCA, sum sjálvir høvdu gjørt øll ljóðførini: Tunnur og skrellispannir til trummur - hegnpela sum bassguitar - ljósamatur sum kontrabass, ?Føroya-Bjór-orgul? (fløskur fylltar við vatni og luftkompressari til at veita ljóð) - heimagjørda harpu á jarntrummu, vinklulslípara, sag, kustur og fleiri onnur vóru ljóðførini.

 

Men hegnisliga varð spælt uppá av dugnaligu leikarunum: Kári Sverrisson, Bogi á Lakjuni, Jógvan Andreas á Brúnni, Jens L. Thomsen, Jón Tyril og Ólavur Jákupsson.

 

Teir spældu meginpartin av løgunum á nýútkomnu fløgu teirra Livandi oyða. Ein frálík og annarleiðis fløga, sum bleiv enn meira áhugaverd av at hava hoyrt og sæð heimagjørdu ljóðførini undir framførsluni. Tey kveiktu eitt serstakt ljóð, har felags ljómurin var so serstakur og upprunaligur, at tú ikki annað enn kundi verða góður við hann.

 

Undrunarsamt, at ein hegnpeli við einum so klønum uppstandara, kundi gerast so góður el-bassur.

 

Sigast skal eisini, at við í útgávuni hjá ORCA er eisini ein dvd, sum sýnir tey undarligu og forkunnugu ljóðførini. Fløgan er heilt sikkurt verd at ogna sær.

 

Stuttligt, annarleiðis, gott og hegnisligt.