Tá 23 ára gamli James Frey innskrivar seg sjálvan á gitna viðgerðarheimið í Hazelden, Minnesota, er hann so oyðilagdur av rúsmisnýtslu, at hann næstan ikki er til at bjarga. Fyrstu tíðina gongur James (sjálvandi) og bannar bæði heimið og ráðgevararnar niður og norð, men sum frá líður byrjar hann at klárna.
Heldur tú teg hava hoyrt søguna fyrr, so bíða bara. Hendan er so kuldakrúpandi spennandi og væl skrivað, at tú heldur ondini frá fyrstu síðu. Uttan skuggan av moralprædiku frá einum frelstum misnýtara stríðir James seg fram til okkurt, ið líkist einum lívi, sum má byrja við trimum mánaðum í fongsli fyri brotsverk, hann hevði framt, áðrenn hann varð innlagdur.
Stóra gølan beint nú stendst av, at tað er komið fram, at James Frey hvørki hevur sitið í fongsli ella havt eina kriminella fortíð. Men hetta hevur ikki stygt lesararnar burtur. Bókin reyk enn einaferð upp í toppin á metseljaralistanum hjá Amazon og dró hartil framhaldið av bókini við sær.
Ein góð lygusøga letur seg ikki soleiðis kveistra burtur ...
James Frey, A Million Little Pieces,
J. Murray Publishing, 2004