Men kann tað nú vera sama vínið, sum eisini verður latið á glasfløskur? Tað kann væl vera at bóndin á staðnum letur sama vínið til avtappingar, men úrslitið í hinum endanum er ikki tað sama. Tað havi eg fleiri ferðir roynt at eftirkanna. Har fara ymisk viðurskifti fram í ymisku pakningunum! Vínið hevur tað best í óporøsum glasi og missir virði sítt beinanvegin tað kemur í samband við porøsa plastið, - eins og allar aðrar matvørur.
Posavínið er uppfunnið í sjeyti-árunum fyri at kunna selja kundunum vín í størri mongdum og í ílati, sum ikki brotnar so illa ella vigar so nógv. Og ikki minst sum goymist betur eftir at ásett er (4 vikur upplýsa framleiðararnir). Tekniskt so smokkar posin innanfyri pappeskjuna saman so hvørt sum kranin sprænir vín úr. Tá sleppur luftin ikki til at oksidera og oyðileggja vínið. Trupulleikin við posavíni er tó, at gera posan heilt lufttættan. Tískil goymist hetta vínið ikki serliga væl og tolir sera illa ov høgan temperatur. Kassin má ongantíð fara uppum 25 hitastigum og goymist í besta føri 8-12 mánaðir eftir at tappað er. Tí hava framleiðararnir eisini verið so vinarligir at prenta dagfesting á eskjuna nær tappað var. Hyggið endiliga eftir hesum og keypið tað nýggjasta! Er meira enn eitt ár liðið vil eg ráða fólki frá at keypa. Svenska Rúsan, Systembolaget, hevur gjørt sínar egnu kanningar av livitíðini fyri posavíni. Her var serliga hvítvínið viðkvæmt og helt sær ikki longur enn 6-8 mánaðir. Men alt veldst um tøknina aftanfyri posan, kranan og tappimaskinuna. Tvey sløg av posum finnast. Teir blonku, ið hava tunnan aluminiumsfilm millum polyester og so kláru ethylen-posarnir. Ummældu posavínini í dag eru við aluminiumsposa. Samanumtikið má eg siga, at posavín smakkar sera »viðgjørt« og ópersónligt, - “konstruerað” á góðum føroyskum. Har er eingin sál frá náttúruni eftir. Tað krevst ivaleyst eisini fyri at vínið skal kunna goymast í slíkum tilfari. Bílig eru tey at keypa, men eg haldi bestemt ikki at ein kann siga at man fær nógv fyri pengarnar, jú kanska í mongd, men ikki í góðsku- í fleiri førum tvørturímóti. Tey eru oftani løtt ella kanska beinleiðis vatndeyv. Har er lítið og einki gand eftir í víninum, ið annars er tann sjarman eg prísseti so høgt. Og kanska fær posavínið eisini fólk at drekka størri nøgdir enn gott er. Kranin verður bara skrúvaður og tú sært ikki hvat eftir er sum í einari glasfløsku. Tá vil eg persónliga heldur njóta betri vín í smærri nøgdum. Sum tey siga í New York í hesum døgum: Less is the new black!
P.S. Skula vit siga eftirsmakk eins og danir ella eftirbragd sum íslendingar?
Chill Out, Southeastern Australia, Chardonnay 2007
Uppruni: Turt hvítvín úr Avstralia
Ummæli: Gyltur gulur litur. Einfaldur angi av melón, fersku og peru og so ein nakað grovmæltur tóni av smør og vanilju. Smakkurin er tungur og saftkendur. Nakað av sitrus-sýra er í, men alt ov nógv fat. Beiskt eftirbragd.
Kostnaður: Kr. 201,00 (3 L)
Skoðsmál: 2 stjørnur **
Chill Out, California, Shiraz Rosé 2007
Uppruni: Turt rósuvín úr USA
Ummæli: Glógvandi hindber-litur. Sera lættur angi av reyðum berum. Smakkar einfalt og søttligt av reyðum berum. Enntá sera saftkent, næstan sum saft og alkohol blandað saman. Flatt og fornermandi. Nei takk.
Kostnaður: Kr. 201,00 (3 L)
Skoðsmál: 1 stjørna *
Chill Out, California, Shiraz 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr USA
Ummæli: Kirsuberreyður litur við purpur-kanti. Her er klassiskur og trúverdigur Shiraz-angi: bromber, svart pipar og bacon. Heilt góður og spælandi angi. Í smakkinum smokkar vínið nakað saman. Ikki somu livandi tónar, men nakað saftkent. Góði angin og rímiligi prísurin fyri vínið hálar við eymk og fret fýra stjørnur fram.
Kostnaður: Kr. 201,00 (3 L)
Skoðsmál: 4 stjørnur ****
Chill Out, Southeastern Australia, Cabernet Sauvignon 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr Avstralia
Ummæli: Djúpur rubinreyður litur. Tungur og einfaldur angi av sólber og sjokolátu. Smakkurin rættiliga kraftmikil, men einstreingjaður og buldrutur. Her vantar sjarma og “lekkurt hár”.
Kostnaður: Kr. 201,00 (3 L)
Skoðsmál: 3 stjørnur ***










