Seinnapartin hósdagin 15. januar letur upp framsýningin "Norðurlendsk bókabinding 2013" í Norðurlandshúsinum.
Tá fara Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, og Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum og landsbókavørður, at bjóða vælkomin, og Petur Martin Petersen, bókasavnari, fer at hugleiða.
Søvn Landsins vita at sita, at høvi verður eisini at fáa sær ein lættan bita, og øll eru hjartaliga vælkomin.
"Norðurlendsk bókabinding 2013" er ein framsýning av handinnbundnum bókum úr norðanlondunum Danmark, Finlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki.
- Á framsýningini verða 80 nýinnbundnar bøkur sýndar fram. Tað hevur staðið teimum, sum hava bundið inn, frítt sjálvi at velja innbindingarslag og -snið, og tí er her høvi at síggja nútímans og framkomna bókainnbinding í øllum sínum fagurleika og fjølbroytni.
Søvn Landsins vita at siga, at tann eini føroyski luttakarin, Sóleyg Kjærbæk úr Porkeri, bókbindari á Landsbókasavninum, hevur bundið inn skaldsøguna Bábelstornið eftir Regini í Líð, fyrsta føroyska skaldsøgan, sum kom út 1909, og bókin er innbundin til hesa framsýningina.
- Landsbókasavnið og Norðurlandahúsið eru fegin um at kunna bjóða teimum, sum hava áhuga fyri bókum og bókainnbinding, til eina forkunnuga uppliving, siga Søvn Landsins í tíðindaskrivi.