Ein fongur fyri Suðuroy

Jógvan á Lakjuni sigur, at ein skúladepil í Suðuroy hevði verið ein sannur fongur fyri Suðuroynna

Suðuroyarpakkin

? Taka suðuroyingar av tilboðnum frá landsstýrinum, fáa teir tveir skúlar í einum.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at tað er stór framtíðarmenning í ætlanini at byggja ein skúladepil í Hovi við miðnámsskúla og heilsuskúla.
Tí heldur hann, at ein slíkur skúladepil hevði verið ein sannur fongur fyri Suðuroynna.
Hann heldur annars, at talan var um ein góðan fund í Øravík týsdagin og hann hevur eisini varhugan av, at onkur sjónarmið vórðu flutt til frama fyri ætlanina.
Hann sigur, at verða skúlarnir bygdir saman, verður byggingin bíligari og raksturin verður eisini bíligari, tí báðir skúlarnir hava nógvar lærugreinar felags, eitt nú samfelagsfak, føroyskt, enskt, lívfrøði og kanska annað við, umframt at annað kann vera felags.
? Tí er tað sjálvsagt, at skúlarnir verða lagdir saman.
Landsstýrismaðurin vísur eisini á, at framtíðin er, at heilsuskúlin verður eitt slag av miðnámsskúla, har tað ber til at fáa eina útbúgving sum síðani gevur atgongd til víðari útbúgving, eitt nú til sjúkrarøktarfrøðing.
Hann sær eisini fyri sær, at fleiri útbúgvingar afturat kunnu verða lagdur í ein skúladepil í Hovi, eitt nú handilsútbúgvingar.
Tí heldur hann, at ein skúladepil í Hovi eisini verður nógv betri hjá vágbingum, tí við fleiri útbúgvingum, fæst eisini eitt betri og størri undirvísingarumhvørvi, eins og tað er lættari at marknaðarføra ein skúladepil við fleiri útbúgvingum.
Kortini ásannar hann, at tað er ein vansi við at skúladepilin liggur í Hovi.
Men hann heldur at fyrimunirnir eru størri.
Somuleiðis kemur skúlin at vera mitt í oynni, so at tað verður líka langt í skúla hjá øllum suðuroyingum.
? Og tað er heilt óhugsandi, at báðir skúlarnir verða lagdir antin í Vági ella á Tvøroyri, tí tað er ómøguligt at fáa politiska semja um.
? Tann møguleikan dugi eg als ikki at síggja, sigur Jógvan á Lakjuni.
Landsstýrismaðurin sigur, at endar tað við, at skúladepilin verður lagdur í Hovi, verður farið undir ætlanina beinanvegin.
? Ein byggiteknisk meting sigur, at farast kann undir byggingina í ár, so at skúlin verður liðugur um hálvttriðja ár, sigur Jógvan á Lakjuni.