- Í morgun var nógv lív á planinum við Áir, tá farið varð undir at skera avgustin upp, ið saman trimum øðrum svam seg inn í fjøruna í Nesvík í farnu viku. Tá hetta er gjørt, er bert beinagrindin eftir, og hon skal varðveitast.
Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu verður víst á, at stórar ætlanir eru fyri gomlu hvalastøðina við Áir, og ein partur av hesum ætlanum er savnsvirksemi, bæði við einum søguligum og einum lívfrøðiligum innihaldi.
- Ein beinagrind av størsta tannhvalinum fer at verða ein fongur fyri komandi savnið, staðfestir kommunan, har gamla hvalastøðin liggur.
Lagt verður aftrat, at søguligi hagtølini fyri hvalastøðina við Áir vísa, at hesin avgusturin, sum nú verður skorin, er tann 525., síðan byrjað varð í 1906.
- Tað vísir seg at vera stórur áhuga millum manna fyri hesum partinum av søgu okkara, har stórhvalur spældi ein stóran leiklut. Stórhvalur hugtekur, bæði við síni stødd og við, at hann er sjáldan at síggja nú á døgum.
Sunda kommuna heldur, at tað tí er so sjálvsagt, at hvalastøðin við Áir verður varðveitt sum eitt livandi savn og sum ein sonevndur upplivingardepil mitt í landinum, har søgan og nútíðin finna saman í felag.
Síggið fleiri myndir í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER










