Ein fólkaskúli fyri øll børn

Góðu veljarar

 

 

 

Meginreglan er, at fólkaskúlin skal kunna rúma øllum børnum, so at tey kunnu trívast og læra í skúlanum.

 

 

 

Trivnaður og læra ganga hond í hond. Tí skal fólkaskúlin hava rúm at møta øllum børnum, júst sum tey eru. Fólkaskúlin skal hava umstøður til øll børn, og seta krøv, ið hóska teirra. Tá vilja børnini trívast og læra, og búnast í treysti til sín sjálvs og gerast partur av felagsskapinum.

 

 

 

Fólkaskúlin skal kunna rúma øllum børnum, tí fólkaskúlin er grundin undir tí rúmliga og samhaldsfasta samfelagnum, sum Javnaðarflokkurin stríðist fyri. Í fólkaskúlanum skal pláss vera fyri tí friðarliga og rokaranum, lesihestinum og tí praktiska. Um vit seta nakrar bólkar uttan fyri í fólkaskúlanum, so er vandi fyri, at vit eisini seta nakrar bólkar uttanfyri í samfelagnum. Og so missa vit tað samhaldsfasta samfelagið, ið er grundin undir vælferðini.

 

 

 

Vit skulu broyta fólkaskúlan, so hann kann rúma børnunum. Hetta gera vit m.a. við at geva læraranum tíð at vera um øll børnini, og frælsi at skipa skúladagin, so at hann passar til børnini.

 

 

 

Fyri at fólkaskúlin skal kunna rúma øllum børnum, so skulu tveir lærarar vera í flokkinum allar tímar í yngru flokkunum.

 

 

 

Fyri at fólkaskúlin skal kunna rúma øllum børnum, so skulu námsætlanirnar dagførast, so at málstýringin verður minni, og lærarin aftur fær ábyrgdina av at seta krøv, ið hóska til barnið.

 

 

 

Fyri at fólkaskúlin skal kunna rúma øllum børnum, so skulu landsroyndirnar takast av í verandi líki, tí lærarin veit best, hvat børnini hava tørv á í skúlanum.

 

 

 

Tað skal verða rúm fyri øllum børnum í fólkaskúlanum.

 

 

 

Gott val!

 

 

 

Súni Selfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin