Tey eru átta, sum kappast um at skriva seg í søguna eftir Grethe & Jørgen Ingmann, Brødrene Olsen og Emmelie de Forest, sum eru tey, sum higartil hava vunnið aljtóða sangkappingina. Kappingin verður send beinleiðis á DR1.
Hesaferð er talan um ein rokksang í øðrum endanum og eina stilla jazzballadu í hinum endanum og seks ymsir poppsangir harímillum.
Føroyski Rani Petersen, sum brúkar listanavnið »Reiley« er við í kappingini, og veddingarfyritøkurnar hava hann sum favoritt.
Vinnarðin verður funnin í Arena Næstved. Vertir verða DR-verturin Tina Müller og skemtarin Heino Hansen.
Vinnarin skal upboða Danmark í altjóða Eurovision sangkappingini, sum verður í Liverpool vegna vinnaran í fjør, Ukraina.
Her er yvirliti yvir tey átta, sum fara at kappast um heiðurin í kvøld:
* maia maia: "Beautiful Bullshit".
Sangskrivarar: Joy Deb og Niclas Lundin.
* Søren Torpegaard Lund: "Lige her".
Teksthøvundar: Tim Schou, Martin Palme Skriver og Lasse Storm Olsen.
* Mariyah LeBerg: "Human".
Sangskrivarar: Chief 1, Moon Mariyah Ellise Traasdahl og Nermin Harambasic.
* Nicklas Sonne: "Freedom".
Framleiðari, tónaskald og teksthøvundur: Nicklas Sonne.
* Frederik Leopold: "Stuck on You".
Sangskrivari: Lasse Lindorff og Frederik Jyll.
* Eyjaa: "I Was Gonna Marry Him".
Sangskrivarar: Anders Hansen, Rasmus Olsen, Thomas Buttenschøn og Maria Broberg.
* Reiley: "Breaking my Heart".
Sangskrivarar: Sivert Hjeltnes Hagtvet, Hilda Stenmalm, Bård Mathias Bonsaksen og Rani Petersen.
* Micky Skeel: "Glansbillede".
Tónaskald og teksthøvundur: Micky Skeel og Martin Per Bjelke.