Ein bilførari bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhappið í Kollafirði í morgun. Hann er tó ikki í nøkrum lívsvanda, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Tveir bilar rendu saman og annar teirra fór niðan av vegnum. Bilførarin gramdi seg um pínu í rygginum og mjødnini, og varð tí fluttur á Landssjúkrahúsið í sjúkrabili.
Nógv ferðsla er gjøgnum Kollafjørð um morgnarnar, og løgreglan tók tí og stýrdi ferðsluni eina løtu. Nógvir bilførarar vendu og valdu at koyra eftir gamla bygdarvegnum gjøgnum bygdina.










