Javnaðarflokkurin vil hava eina Sjálvstýrislóg ístaðin fyri Heimastýrislógina - sum er gomul og ótíðarhóskandi. Vit vilja broytingar og nýskapan - ikki bara á politisku viðurskiftunum landanna millum, men eisini flokspolitiskt - og vit fara at luttaka sum ein fríur flokkur á Fólkatingið.
Vit fara ikki at lima okkum inn í danskan tingbólk. Heldur ikki at luttaka í donskum innansíkispolitikki, sum aðrir flokkar hava boðað frá - at teir fara at gera. Vit fara at luttaka aktivt í øllum málum, sum viðkoma Føroyum og føroyingum og einans hesum málum.
Vit fara at brúka røðarapallin á Fólkatingið - til at upplýsa og kunna danir um føroysk samfelagsviðurskifti. - Vit fara av røðarapallinum at geiða teimum frá, at Føroya Løgting ynskir broytingar landanna millum. -Vit fara av røðarapallinum at greiða teimum frá, at hetta helst er síðstu ferð, at vit velja umboð á fólkating.
Framyvir skulu ríkismál loysast millum tvey javnbjóðis ting. Heimligir trupulleikar skulu loysast á Føroya Løgtingi, teir skulu ikki dragast niður á danating - fyri at fáa danir at loysa ósemjur hjá føroyingum. Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram á Løgtingi um at seta eina stýrisskipanarnevnd, umboðandi allar flokkar, at viðgerða okkara politisku skipan og finna eina semju, soleiðis at tað verður ein samd føroysk tjóð, sum fer at samráðast um broytingar í viðurskiftunum landana millum.
Javnaðarfloksins uppskot um eina sjálvstýrislóg er ein lóg, sum millum annað greitt ásetir, at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt land, at føroyskt lóggávuvald og fyrisiting fær fult málsræði. At ongar avmarkingar verða á, hvørji mál kunnu gerast sermál.
Javnaðarflokkurin vil við politiskum samráðingum gera alt fyri at vinna føroyingum munandi betri marknaðarsømdir innan ES.
Vit vilja broyta okkara passviðurskifti.
Tað er púra burturvið, at vit í dag kunna velja ímillum at verða ES borgarar ella Føroyingar, soleiðids sum løgmaður av sínum eintingum hevur loyst okkara passtrupulleikar. Hetta er dupultmoralur so tað stendur eftir í.
Vit eru ikki ES-borgarar, vit eru føroyingar og skulu tí hava føroyskt pass.
Tí er føroyskur heimarættur av alstórum týdningi í eini komandi Sjálvstýrislóg.
Føroyskur heimarættur merkir, at vit í einari komandi sjálvstýrislóg greitt áseta, at vit eru føroyingar sum búgva í Føroyum, og ikki danir, sum heimastýrislógin sigur.
Arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar í øðrum landi er ein spuriningur, sum vit eiga at loysa við politiskum samráðingum - og ikki sum nú við at krógva okkum undir ES-passi, sum einki sum helst hevur við Føroyar at gera.
Vit hava boðað danska Javnaðarflokkinum frá, at vit ikki fara at luttaka í teirra tingbólki, um vit fáa umboðan á fólkatingi. Men sjálvandi vilja vit samstarva og samtala.
Okkara hugsjón byggir framvegis á eitt samhaldsfast vælferðarsamfelag. Okkara aðalmál er allatíðina at útbyggja samfelagið soleiðis, at hvørt einstakt menniskja gerst frælsari. Frælst til sjálv at velja sín lívshátt í einum smafelag har sannur identitetur, frælsi, javnaður og brørðarlag eru grundarsteinarnir.
At samstarva við aðrar Javnaðarflokkar er ein sjálvfylgja fyri okkum eins og tað er fyri Javnaðarflokkar um allan heim. Føroyski Javnaðarflokkurin samstarvar bæði á nørrønum og alheims støði sum ein sjálvstøður flokkur. Samstarv merkir tó ikki at vit fara at blanda okkum í danskan innanríkispolitikk.
Broytingar í viðurskiftunum landanna millum eru sera átrokandi.
Um oljuvinnan gerst ein partur av okkara lívsgrundarlagið er sera umráðandi, at hesin ágóðin veruliga gerst ogn Føroya fólks, at vit eru við, og ikki lata onnur taka okkum av bóli.
Tað er í hesum sambandi eisini rætt at staðfesta, at tað var eitt Javnaðarumboð á Fólkatingi sum syrgdi fyri, at í avtaluni um undirgrundina, ikki kom at standa at danir skuldu hava framíhjárætt til oljuna. Hetta hóast danski javnaðarflokkurin tá var hært ímóti hesum.
Politiskt frælsi er treytað av búskaparligum frælsi. Javnaðarflokkurin ferð ikki at renna undan peningaskuldini við smartum loysnum, sum aðrir flokkar vilja. Vit vilja við politiskum samráðingum finna eina rímuliga loysn, soleiðis at vit gjalda ta skuld aftur, sum vit verðuliga eiga. Soleiðis at føroyingar í dag eins og okkara eftirkomarar kunna varðveita okkara stoltleika at vera føroyingur.
Velur tú javnaðarflokkin velur tú einasta flokk við einum realistiskari ætlan.
Elin Lindenskov valevni Javnaðarfloksins.










