Ein flúgvandi byrjan

Mánamorgun var gerandisdagur aftur í Klaksvík eftir eitt vikuskiftið, har nærum allur býurin gekk í ekstasu, tí tað størsta tónleikatiltakið nakrantíð eydnaðist so væl. Steintór Rasmussen var farin til arbeiðis, men hann setti tó stundir av til eitt lítið prát nú uppruddingararbeiðið stendur fyri framman

Klaksvík:
? Summarfestivalurin fekk eina flúgvandi byrjan, og vit eru allir framúr vælnøgdir, sigur ein fegin, men nakað troyttur Steintór Rasmussen.
Hann sigur, at teir ikki høvdu torað at vóna, at undirtøkan fór at verða so stór. Men so viðgongur hann kortini, at beint upp undir festivalin, tá veðrið var so gott, og hýrurin lat til at vera stak góður allastaðni, at so fóru tankarnir at sníkja seg fram um, at hetta væl kundi fara at verða heilt stórt.
? Eg veit tað ikki við vissu, men eg meti, at hetta helst er ein tann størsta mannamúgvan savnað á einum staði í norðoyggjum, sigur Steintór.

Hongur saman
Uttan at hava gjørt festivalin ordiliga upp, torir Steintór tó at siga, at tað hongur saman fíggjarliga.
? Hetta skal ikki skiljast, sum at festivalurin er ríkur, men nú kunnu vit gjalda tað, sum vit skulu og møguliga fara at hyggja okkum um eftir onkrum øðrum stórum nøvnum at fáa hendanvegin til komandi ár, sigur samskiparin av festivalinum.
Hervið hevur Steintór longu gjørt vart við, at fyrireikararnir eru áhugaðir í at skipa fyri Summarfestivalinum aftur komandi summar.
? Vit hava tosað eitt sindur aftur og fram, og tað letur avgjørt til, at hugurin er tilstaðar, greiðir Steintór frá.
Hann væntar eisini, at tað verður munandi lættari at fara í holt við at skipa fyri einum slíkum tiltaki aftur.
? Nú er tað staðfest, at tað ber til at taka eitt so stórt felagstak í Klaksvík. Og eg vil leggja dent á, at øll hava lyft hesum í felag. Øll sum hava bakkað hesum tiltakinum upp takka vit, sigur Steintór Rasmussen.

Koyrdi væl
Steintór stóð sjálvur á palli eina løtu saman við Frændum leygarkvøldið, og tað sær hann sum ta einastu stressandi løtuna hjá sær sjálvum. Eftir framførsluna slappaði hann fullkomuliga av og fekk notið allar hinar fantastisku framførslurnar.
? Tað var stuttligt at síggja alla mannfjøldina, men so sanniliga eisini stuttligt at ganga út millum fólkið og merkja hýrin, sigur Steintór at enda.
Steintór Rasmussen fekk eisini eitt væluppiborið herðaklapp frá borgarstjóranum, Steinbjørn Jacobsen, tá hann setti festivalin.
? Góði Steintór, enn einaferð er tað eydnast tær ? saman við øðrum góðum kreftum ? at slóða inn á áður ótráddar leiðir her í Klaksvík. Slíkt krevur hugflog og ikki minst ein óbendandi vilja, segði borgarstjórin millum annað í røðu sínari, áðrenn hann handaði Steintóri eitt blómutyssi.