Ein fjórðingur skal á uppboðssølu

Í øllum førum ein fjórðingur av uppsjóvarfiski og botnfiski á fjarleiðum skal á uppboðssølu

Ein fjórðingur av uppsjóvarkvotunum og botnfiskinum á fjarleiðunum skal seljast á uppboðssølu beinavegin sum sølukvota. Tað stendur í uppskotinum um nýskipan av fiskivinnuni.

 

Nýggj rættindir, ið vit vinna okkum, kunnu øll verða koyrd á uppboðssølu sum sølukvotur.

 

Ein sølukvota er rættindir at fiska antin sum stutttíðar-, miðal-, ella langtíðarloyvi.

 

Kvotur verða tó einans seldar sum sølukvotur upp til eitt ásett mark, sum er ásett fyri hvørt fiskaslag. Um heildarkvotan fer uppum ásetta markið, verður tað, ið fer uppum, selt sum uppboðskvota, ið er galdandi í mesta lagið eitt fiskiár.

 

Mørkini eru:

 

350,000 tons av svartkjafti,

100,000 tons av makreli,

70,000 tons av norðhavssild

30,000 tons av botnfiski í Barentshavinum

3,100 tons av toski á Flemish Cap

1,900 tons av botnfiski í Eysturgrønlandi.

 

Dømi av svartkjafti. Um heildarkvotan er 350,000 tons, skulu 87,500 tons, ið er 25%, seljast sum sølukvotur. Tá eru 262,500 tons eftir til verandi eigarar.

Um heildarkvotan nú hækkar til 400,000 tons, skulu 87,500 tons seljast sum sølukvotur, 262,500 tons skulu til verandi eigarar og restin skal seljast sum uppboðskvotur. Tað er 50,000 tons.