Flaggdagin trínur Eivør á pall í Norðurlandahúsinum, har hon fer at framføra nýggjasta tónleikin og vísa fram sínar málningar. Konsertin við Eivør er so vælumtókt, at hon longu nú er útseld. Og greitt er, at eingin eykakonsert verður á hesum sinni.
Tó so, ber til hjá føroyingum at leita sær í Norðurlandahúsið leygardagin, har málningaframsýningin hjá Eivør letur upp.