Ein feril av amfetamin

Løgreglan hevur higartil funnið ein feril av amfetamin í sleikisneisini, sum ein ung genta lat løgregluni, eftir ein tilburð í Havn seinasta vikuskiftið. Løgreglan tekur málið í størsta álvara

Rúsevni

Í vikuni kom ein ung genta á gátt hjá løgregluni. Við sær hevði hon eina sleikisneis ella ein slikkipinn, sum onkur eisini kallar tað. Hennara frágreiðing var, at hon hevði fingið hesi sleikisneisina frá einum ókendum mannfólki tíðliga sunnumorgunin. Ein vinkona hjá henni hevði eisini fingið eina tílíka sleikisneis. Tá vinkonan hevði etið sneisina, so stóð illa til við gentuni, og hon kendist seg heilt ?undarligt?. Tann unga gentan valdi at goyma sína sleikisneis, tí hon hevði mistanka um, at okkurt ikki var heilt rætt. Gentan fór tí til løgregluna við sleikisneisini.
Løgreglan tekur málið í størsta álvara, og sneisin er send til Danmarkar til fleiri kanningar. Løgreglan í Føroyum hevur eisini gjørt kanningar, og kanningar higartil hava víst, at sleikisneisin inniheldur ein feril av amfetamin. Hetta skal tó takast við fyrivarni, tí tey mongu litevnini og annaðí sleikisneisini kunnu eisni geva útslag í kanningunum. Tískil fæst tað ikki endaliga at vita, hvat er í sleikisneisini fyrr enn í komandi viku, tá kanningarnar eru lidnar.
Lars Müller, p.a. á kriminaldeildini hjá Løgregluni í Føroyum, upplýsir, at um tað er soleiðis, at talan er um amfetamin ella annað evni, so hevur løgreglan fingið ein stóran trupulleika at dragast við. Lars gitar sær til, at hetta kann vera ein roynd at skapa ein marknað í Føroyum fyri tílíkum evnum.
Hann veit eisini at siga, at prísurin á rúsevnum í Føroyum er farin upp í seinastuni. Eitt gram av hassj kostar nú einar 200 kr./g. Til samanberingar kostar eitt gram 25 kr. í Danmarkar. Prísurin í Grønlandi liggur um heili 1.200 kr. fyri hvørt grammi.
Lars Müller veit at siga, at amfetamin og ekstasy eru evni, sum løgreglan hevur lagt merki til tey seinastuni árini.
Hjalti Gunnarstein, Tjaldurs Apotek, upplýsir, at amfetamin er eitt sera vandamikið evni, sum minnir um ekstasy.
?Talan er um eitt sera vandamikið og tørvelvandi dusandi rúsevni, sum setur meira lív í fólk. Míni ráð eru at halda seg langt vekk frá evnunum, tí hjáárinini eru mong, og ringt er at sleppa burturúr misbrúkinum, sigur Hjalti Gunnarstein.

Kenna einki til
Í teimum báðum náttklubbunum, Club20 og Platform, sum húsast í bygningini hjá Havnar Klubba, kenna tey als einki til hvørki sleikisneisir ella tílík evni.
Havgrímur Johannesen, stjóri fyri Platform, hevur ongantíð merkt nakað til rúsevnismisnýtslu á hansara dansistaðið, og hann tekur harðliga avstand frá tílíkum.
Taða sama er galdandi fyri Toni Dam, stjóri fyri Club20. Hann upplýsir, at teir einki vilja hava at gera við tílík evni. Hetta tekur eisini grundarlagið undan okkum, sigur Toni Dam.
Báðir klubbarnir hava samstarv, har fólk, sum eru kend fyri at selja rúsevni, fáa atgongubann yvir eitt longri tíðarskeið, og har er eingin bøn, verður sagt.