Ein felagsnorðurlendsk áheitan til stuðul av grindadrápi

Tann 27.-29. juni vitjar nevndin í norðurlandaráðnum fyri vøkstur og menning í Føroyum. Sendinevndin kemur m.a. at vitja Vinnuhúsið, ALS og Vinnunevndina for at fáa betri innlit í føroyska arbeiðsmarknaðin. Tað er gleðiligt, at nevndin velur at ferðast higar, tí Føroyar eru ein týdningarmikil partur av norðurlendska samstarvinum.

Í føroyska samfelagnum liva fólk tætt knýtt at náttúruni. Veiðu av havtilfeinginum er tann týdningarmesta matvøran í Føroyum og er drívmegin í føroyska búskapinum. Tað norðurlendska samstarvið eigur at verja hendan rættin, soleiðis at føroyska fólkið frameftir kunna gagnnýta tað tilfeingið, ið hevur gjørt landið sterkt og ríkt.

Tí hyggja vit við ótta at menningini seinastu árini, har umhvørvisaktivistar hava verið í landinum við tí endamáli at blanda seg uppí og órógva tað siðbundna føroyska grindadrápið. Greinar og viðmerkingar breiða seg á netinum, har tað føroyska fólkið verður lýst sum villmenn, drápsmenn og tilafturskomin. Útvortis sýnið á Føroyar og tað siðbundna grindadrápið verður harðliga átala á sosialum miðlunum, og teir brátt 50.000 íbúgvarnir hava torført við at grundgeva fyri sínum sjónarmið, tá aktivistafelagsskapir sum Sea Sheperd spjaða falskar upplýsingar og propaganda fyri at røkka síni egnu mál. Tað føroyska fólki følir seg órættvíst umboða í tí altjóða kjakinum. Eftir hvørjum ári standa føroyingar eftir við einum óhepnum umdømi í tí altjóða myndini av Føroyum.

Hetta hendir hóast, at tilfeingið á hvalinum verður gagnnýtt so væl sum gjørligt, og at avlívingin hendur við stórum atliti til djóravælferð og burðardygd. Tað føroyska grindadrápið er ikki vinnuligt, og tey, ið avlíva djórini eru góðkend og brúka nútímans útgerð. International Whaling Commission (IWC) meta, at grindastovnurin í føroyskum sjógvi er umleið 100.000 hvalir. Í miðal verða 800 av hesum veiddir í Føroyum. Føroyska grindadrápið verður tískil framt á einum ábyrgdarfullum og burðardyggan hátt.

Tey føroysku ungmannafeløgini hava inni um karmarnar fyri okkara felagsnorðurlendska samstarv, arbeitt hart fyri at lýsa tað trýstið, ið føroyska samfelagið verður útsett fyri av umhvørvisaktivistum. Vegna teirra arbeiða stuðlar nú Ungdómsnorðurlandaráðið (UNR) hetta málið og koma at arbeiða fyri veiðu av hvalum framvegis hevur góð kor. UNR stendur saman við teimum føroysku ungmannafeløgunum og viðurkenna hervið rættin hjá Føroyum og øðrum norðurlendksum londum at gera gagn av teirra náttúrliga tilfeingi, so longi at veiðan er burðardygg fyri stovnin. Vit vilja á hendan hátt standa saman yvirfyri teir felagsskapir og stjórnir, ið átala og virka fyri at steðga henda rætt.

 

Carl Olehäll

Limur í formansskapinum hjá Ungdómsnorðurlandaráðnum (UNR) og limur í nevndini fyri vøkstur og menning í Norðurlondum

 

Framsøkin Ung

HUXA

Sosialistisk Ung

Unga Samband

Unga Tjóðveldið

Unga Sjálvstýri

Ung fyri Miðflokkin