Uppgávan at læra skúlaungdóm um politikk er ein felags uppgáva hjá heimi og skúla
Tað vísir kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Føroya Lærarafelag í vikuni.
Tað var eftir at Kringvarpið spurdi nøkur ung nakrara einfaldar spurningar um politikk – sum tey als ikki kláraðu at svara uppá, at Lærarafelagið heitti á spyr.fo, um at gera eina spurnakanning viðvíkjandi vitanini ella vantandi vitandi hjá ungdómum um politikk og samfelagsviðurskifti.
Skúlablaðið skrivar, at 300 fólk í aldrinum 18-80 ár svaraðu. Ein greiður meiriluti (73,8 prosent) halda, at tað er felags ábyrgd hjá skúla og foreldrum at geva ungum vitan og áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum. Hinvegin er nøgdsemið við undirvísingina í politikki og samfelag í fólkaskúlanum ikki stórt. Góð 18 prosent siga seg vera sera ónøgd, meðan sløk 30 prosent siga seg vera ónøgd við undirvísingina. Vert er at leggja til merkis, at av teimum, sum eru sera ónøgd, er helvtin millum 18 og 24 ár, altso ungdómur, sum nýliga er farin úr fólkaskúlanum.
– Man kann seta spurningin, hví ungdómur kennir leikararnar á landsliðinum, men ikki tey, sum manna landsstýrið, spyr formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen.
– Sjálvandi er hetta ein retoriskur spurningur, og líka so einfalda svarið er, at politikkur ikki er “kul”. Nógv ungfólk hava heilt einfalt ikki áhuga fyri politikki, ella enn verri, taka ikki politikk í álvara. Tí settu vit spurningin, um fjølmiðlaumrøðan og vanlig hugsan um politikk/politikarar hava negativa ávirkan á áhugan fyri politikki. Góð 36 prosent hildu, at so var, skrivar hann.
Herálvur Jacobsen sigur víðari, at við øllum rímiligum fyrivarni, so fegnast tey í Lærarafelagnum um, at stórur meiriluti metir tað sum felags uppgávu hjá skúla og foreldrum at kunna og vekja áhuga hjá ungfólkum fyri politikki og samfelagsviðurskiftum.
– Fólkaskúlin má taka sín lut á seg, men samstundis vita vit, at hetta er ein uppgáva, sum best verður loyst í felag. Hinvegin vísir kanningin eisini, at frálæran í fólkaskúlanum í samfelagsviðurskiftum ikki er nøktandi. Lærarar mugu taka í egnan barm, men eisini avvarðandi myndugleikar mugu taka støðuna í álvara og skapa karmar, so lærarar hava umstøður at fremja henda neyðuga part av lærarayrkinum, skrivar hann.
Greinin hjá Herálvi Jacobsen í Skúlablaðnum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER