Og tað hevur alstóran týdning, at persónarnir í nýggja býráðnum hava rætta hugburðin og neyðugu diplomatisku evnini, um samanleggingin skal gerast ein succes. Tí bert ein stór kommuna megnar at lyfta uppgávuna at bjóða vinnulívinum neyðugu karmarnar fyri at skapa menning, og harvið skapa nýggj arbeiðspláss. Nýggj arbeiðspláss, fíggjarligur vøkstur og størri skattainntøkur er treytin fyri at Suðuroyggin kann mennast og blíva eitt betri stað at búgva. – Bara ein felags rødd hevur politisku tyngdina til at ávirka landsins mynduleikar. Nýggju arbeiðsplássini skulu serliga eftirlýsa vælútbúgvin ung fólk, so Suðuroyggin aftur fær lívsmegi og gerst meira moderna, við mentanar-, skúla-, frítíðar- og øðrum tilboðum, sum modernaðir ungir føroyingar krevja fyri at trívast.
Um vit bara halda fram sum nú, kunnu vit sjálvboðin byrja at avmontera Suðuroynna, og tá er bara ein spurningur um tíð, til fólkatalið veruliga minkar og vinnulívsgrundarlagið hvørvur. Ella vit kunnu royna, konstruktivt og við opnum sinni – so skilagott sum gjørligt – við hjálp frá fakliga kompetentum føroyingum og útlendingum, at fara undir eina felags proces í bjartskygni og demokratiskum anda, sum vónandi kann gera døkku framtíðarútlitini til skammar. Tað skulu vit gera, hóast ongin av okkum kennur svarini, og øll standa óviss og tøvandi framman fyri uppgávuni – og viðganga, at fyrsta altavgerandi stigið er samanlegging í eina kommunu.