Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar á strekkinum millum Havnina og Gøtudal. Í Gøtudali gjørdu teir ferðmátingar og vóru fýra bilførarar steðgaðir fyri at koyra við ov høgari ferð.
Ein teirra fekk eina treytaða frádøming, tað vil siga, hann koyrdi yvir 30 km/t ov skjótt, men hesin fekk tó ikki harðastu revsingina.
Ein ungur maður var tikin fyri at koyra 107 km/t. Fyri hetta fekk hann sítt annað klipp, og av tí, at hann hevur havt koyrikortið í styttri enn trý ár, gjørdi hetta, at hann fekk koyriforboð. Hann og tann, ið fekk treytaðu frádømingina, skulu tí upp til nýggja koyriroynd. Hin sleppir tó at koyra til royndina, meðan ungi maðurin má fáa onkran annan at koyra seg.
Ein triði var tikin fyri at koyra 111 km/t, men við góðvilja frá løgregluni fær hann eitt klipp, heldur enn eina treytaða frádøming. Fjórði bilførarin fekk einans eina bót, tí ferðin var ikki so høg.
Tveir aðrir bilførarar vóru steðgaðir av løgregluni. Annar koyrdi út fyri haitenn, og tað fær hann eitt klipp fyri. Ein annar yvirhálaði tvørtur um sperrilinjur, og tað verður heldur ikki góðtikið í ferðsluni.
Løgreglan boðar annars frá, at fleiri bilførarar vóru steðgaðir fyri at tosa í fartelefon, onkur koyrdi uttan trygdarbelti, meðan ein einki koyrikort hevði á sær.
Løgreglan minnir annars á, at tað er eftir trý klipp innan trý ár, at neyðugt er at fara upp til nýggja koyriroynd.