Ein ófatiliga óklókur leikur hjá Løkke

Grundarlagið undir boðskapinum hjá Løkke er eitt juridiskt notat, sum er so snævurskygt, at varð tað latið inn sum universitetsuppgáva í forfatningsrætti, hevði karakterurin í mesta lagi verið eitt fimm-tal. Hetta hvørki kann ella skal steðga royndini at fáa eina tjóðskaparliga semju í Føroyum

Góði lesari! ? Er tað eftir tínum tykki ólógligt, at vit í Føroyum, í verandi rættarstøðu, áseta okkara egnu reglur um talufrælsi? ? Er tað ólógligt, at vit áseta treytirnar fyri, at fólk savnast saman um almenn tiltøk? ? Er tað ólógligt, at vit áseta, hvussu valdsbýtið skal vera millum løgting og landsstýri? ? Er tað, eftir tínum tykki, ólógligt at staðfesta, at valdið í landinum er hjá Føroya fólki? ? Nei. Sjálvandi er tað ikki ólógligt! Sjálvandi hava vit fullan rætt til tað! ? Men hetta er tann boðskapur, sum Lars Løkke Rasmussen nú er komin til Føroya at bera: Stjórnarskipanin - tann søguliga tjóðskaparliga semjan millum allar flokkar á løgtingi - er ólóglig! ? Tað er hon, tí føroyingar ikki hava loyvi til at samtykkja nakað á nøkrum øki, sum danska grundlógin eisini sigur okkurt um. ? Løkke byggir tað, hann sigur, á eitt notat, sum danska løgmálaráðið hevur skrivað um uppskotið til stjórnarskipan. ? Notatið sigur, at gera vit nakað, sum ikki er beint eftir grundlógarinnar bókstavi, er tað ólógligt - og førir til loysing. Tí danska grundlógin er okkara evsta rættarkelda, og má virðast 100%.
Eitt elendigt notat?Hetta notat er so snævurskygt og formalistiskt, at varð tað latið inn sum uppgáva í forfatningsrætti á universitetinum í Keypmannahavn, hevði karakterurin í mesta lagi verið 5. Tí forfatningsrættur er ikki gjørdur úr betong. Tann, sum fæst við forfatningsrætt, má eisini hyggja at politiska veruleikanum. At søguni. Og siðvenjuni. Og hann má gera sammetingar við onnur lond. ? Men tað ger notatið ikki. Tað tekur t.d. als ikki atlit til tann veruleika, at hóast føroyingar í praksis hava góðkent og góðkenna donsku grundlógina, so hava vit hvørki skrivað hana ella sett hana í gildi her. Og vit hava ongan rætt til at broyta hana. ? Notatið tekur heldur ikki atlit til tann avgerandi veruleika, at øll heimastýrisskipanin, sum hon er, liggur langt uttan fyri grundlógarinnar bókstav. ? Men hetta elendiga notat skal altso nú forða fyri, at politiska skipanin í Føroyum ásetir, hvussu vit skipa okkum í landinum... ??Ótrúliga óklókt ?Eg skilji ikki, hví Løkke ger, sum hann ger. Politiskt er tað heilt ófatiliga óklókt. Tí bæði fyri politisku skipanina í Føroyum, og fyri viðurskiftini millum Danmark og Føroyar hevði tað verið eitt veldugt framstig, um vit fingu semju og greiðar linjur. ? So latið okkum ikki fara um koll av hesum. Hetta kann ikki og má ikki og skal ikki steðga arbeiðinum at fáa eina tjóðskaparliga semju í Føroyum. ? Løkke er sjálvur juristur. Hann veit, at hansara argument eru meira enn ivasom. ? Nú hava allir flokkar í Føroyum flutt seg, fyri at nærkast eini semju. Tað má Løkke eisini gera. Og tað ger hann, um vit standa saman.