Ein farleið fyri alt fólkið

Hóast tað fara at ganga nøkur ár enn til koyrandi verður av Skálafjørðinum til Havnar, merkja kommunurnar við fjørðin longu til øktan áhuga fyri búseting.

- Vit fáa í heilum umsóknir frá fólki sum ynskja at seta búgv her á Strondum, sigur Malena Thomsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

Tær tríggjar kommunurnar sum verða knýttar at ætlanini um Skálafjarðartunnilin eru longu nú farnar undir fyrireikingar sínar til hesa kollveltandi broytingina í samferðsluni.
Hesar fyrireikingar snúgva seg í fyrsta umfari um, hvussu vegføringarnar skulu liggja í økinum og hvussu ferðslan so snikkaleys sum gjørligt kann leiðast til økið og út úr økjunum á Strondum, Runavík og Havn.
Ein onnur fyrireiking eru umstøðurnar hjá fólki at seta búgv í økinum. Eftir bert fáum minuttum kann ein borgari í Havn í 2012 flyta seg til arbeiðsstað sítt á Skálafjørðinum  og øvugt. Og eftir góðum hálvum tíma kann ein havnarmaður í framtíðini røkka arbeiðsplássi sínum í Klaksvík.
Skálafjarðartunnilin fer snøgt sagt at binda teir tríggjar miðdeplarnar í Føroyum saman. Hann fer eisini at skapa møguleika fyri samstarvi á mongum økjum millum Skálafjørðin, Klaksvík og Havn.
- Vit duga at síggja ótaldar møguleikar fyri samstarvi í framtíðini. Og tí er tað at vit siga, at Skálafjarðartunnilin er ein farleið fyri allar føroyingar, sigur Dávur Reinert Hansen, tekniskur stjóri í p/f Skálafjarðartunnilin.
Í løtuni hava Lív og Kaupthing sett 6 mió. kr. í ætlanina, men í heyst er ætlanin at vaksa um partapeningin millum áhugaðar íleggjarar.
 
Koyrandi um seks ár
Í løtuni verður arbeitt við at gera forkanningarnar til tað, sum í 2012 skal gera tað møguligt at koyra av Skálafjørðinum til høvuðsstaðin eftir fáum minuttum.
Gongst sum ætlað verða hesar forkanningarnar lidnar í summar, soleiðis at ein umsókn um loyvi at gera henda langa og neyðuga tunnil kann latast myndugleikunum í heyst.
Sambært tíðarætlanini væntar nevndin at eitt endaligt loyvi til ætlanina kann fyriliggja á heysti komandi ár, soleiðis at sjálvt boriarbeiðið kann fara í gongd stutt eftir at 2008 er byrjað.
- Arbeiðið fer at taka millum 4 og 5 ár, og tí vænta vit, at koyrandi verður gjøgnum tunnilin í 2012, upplýsti tekniski stjórin í p/f Skálafjarðartunnilin, Dávur Reinert Hansen á tíðindafundi í morgun.
Kostnaðurin fyri ætlanina fer at liggja millum 715 og 800 mió. kr., alt eftir hvar tunnilin kemur at liggja.
Tann dýrasta loysnin, sum ljóðar uppá 805 mió. kr., hevur eina rundkoyring við sær, hagani tveir tunlar skulu koma út á Strondum og í Runavík.
 
Tvinna áhugamál saman
Í arbeiðinum við hesum fyrstu kanningunum verður eisini hugt eftir, hvar linjuføringin av tunlinum skal liggja og hvar tunnilin kemur út.
Ein møguleiki í hesum er at gera eina rundkoyring inni í tunlinum, hagar tunnilin síðani greinar seg til at koma út bæði á Strondum og norðarlaga við Toftavatn í Runavík.
Hetta er eisini í samsvar við endamálið fyri tunlinum, sum í fyrstu syftu er at fáa eitt beinleiðis samband millum báðar armarnar á Skálafjørðinum. Júst hetta var eisini orsøkin til at henda ætlanin í síni tíð varð fostrað í kommununum í økinum.
Í øðrum lagi er ætlanin sjálvandi eisini at binda Skálafjørðin saman við Havnini, soleiðis at tað verður eitt samsvar millum tey samfelagsligu og tey handilsligu áhugamálini.
Í fyrireikingini hava teir arbeitt við ymiskum linjuføringum, soleiðis at ein ikki hevur læst seg fastan í nakra loysn. Her skulu fyrilit takast bæði fyri jarðfrøðiligum viðurskiftum, umhvørvisviðurskiftum og fíggingini. Í síðsta enda verður tað ein politisk avgerð sum endaliga skal staðfesta hvar hann verður lagdur og hvussu.
 
Ferðslan økjast
Royndirnar við Vágatunlinum hava longu víst, at fólk einki hava ímóti at búseta seg í Vágum, hóast arbeiðsstað teirra er av oynni.
Ilt er at siga, hvørja ávirkan Skálafjarðartunnilin fer at hava á økið við Skálafjørðin. Sjóvar kommuna merkir longu nú áhugan hjá t.d. havnarfólki at búseta seg har, og henda sama gongdin sæst eisini aftur í umsóknum um byggiloyvi í Runavíkar kommunu.
Ein meting av talinum av bilum, sum fara at koyra gjøgnum henda tunnilin sigur at eitt rættiliga stórt tal av bilum fer at velja hesa farleiðina, um tað verður ókeypis at koyra.
Tað verður tað kortini neyvan, men hóast ein ávísan kostnað, verður væntað at talið av bilum fer at tvífaldast tey fyrstu 20 árini  helst úr eini 3.500 bilum til 6.700 bilum um samdøgrið.
Ein spurningur er, hvørt lastbilar fara at gera brúk av hesi farleiðini. Prísurin fyri at koyra verður avgerandi fyri, um teir velja hesa loysnina ella fara at koyra allan vegin til og av Skálafjørðinum.