Starvsfólk hjá Sands kommunu hava í dag havt felags starvsfólkadag, og hetta hevur eitt nú havt við sær, at barnagarðurin hevur verið stongdur.
Tey vóru fyrst í Húsavík, har tey fingu eina aftursjón úr søgu Húsavíkar, og tað var eingin minni enn Hanus undir Leitinum, sum greiddi frá.
Úr Húsavík gekk ferðin til Dals, har Jóanes Johannessen var ferðaleiðari niðan á Skorðina í Dali. Eftir henda túrin, gekk leiðin inn í Skemmugarð, har Jens Petur Selfoss borðrreiddi við lambskjøti.
- Jú, hetta var ein fantastiskur og gevandi dagur í góðum veðri. Slíkir felags dagar hava stóran týdning fyri trivnaðin millum starvsfólk hjá kommununi, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.