Ein fantastisk søga um Oliver

- Viðhvørt flenti eg. Aðrar tíðir var tað meira álvarsamt. Søgan er fantastisk, sigur Jeffri Olsen.

- Eg havi havt eitt óført upplivilsi í kvøld, Oliver Twist í Víkingahúsinum. Sangleikurin vardi í yvir tveir tímar. Hann var ongantíð langdrigin, og eg keddi meg ongantíð.


Tað sigur ein av teimum, sum var til frumsýningina í Víkingahúsinum í gjárkvøldið, Jeffri Olsen.

 

- Viðhvørt flenti eg. Aðrar tíðir var tað meira álvarsamt. Søgan er fantastisk. Leikararnir vóru sera góðir.

 

At enda leggur Jeffri Olsen aftrat:

 

- Eg kann bara upp á tað allar kraftigasta viðmæla øllum at brúka hesar báðar tímarnar upp á Oliver.

 

Eftir at leikurin varð frumsýndur, fingu leikstjórin, Ria Tórgarð og Rúni Justinussen, sum stóð fyri pallinum, handað blómusamlingar.

 

Tónleikararnir, sum settu sín serstaka dám á leikin, Kim Hansen (klaver), Josva Debes (trummur) og Edvard Nyholm Debess (kontrabass), vóru fyrimyndarligir.

 

Leikurin Oliver byggir á skaldsøguna ”Oliver Twist” eftir gitna høvundan, Charles Dickens. Skaldsøgan varð útgivin í 1838.


Tá á døgum var óvanligt at skriva um fátækradømi og foreldraleys børn, men Dickens var ein høvundur, sum ikki smæddist við at siga søguna um tey fátæku - tey veiku, tey, ið livdu á samfelagsins skuggasíðu, og hann átalaði sosiala órættvísi ið valdaði.

 

At Losjan Glotti í Gøtu nú er farin undir hesa stóru avbjóðandi uppgávu, kann ikki sigast annað enn at vera eitt satt bragd, ið ikki hevði verið gjørt uttan nógva, góða og sjálvbodna hjálp frá nógvum góðum fólki.

 

- Víkingahúsið er umskapað til eina gøtu í London í 30-unum, og gøtufólk eru í leikinum lummatjóvar, brotsmenn og annað gott fólk, sum har heldur til.

 

Soleiðis siga tey, sum standa aftan fyri sangleikin í Gøtu, ið Bergur Rasmussen hevur týtt.