Ein fantastisk Ljósfest í Vági

Vágs kommuna takkar øllum, sum á ymiskan hátt settu sín dám á Ljósfestina leygardagin.

Í Vágs kommunu eru tey sera væl nøgd við Ljósfestina, sum var í Vági leygardagin.

 

Ljósfest er eitt mentanartiltak, sum Vágs kommuna skipar fyri.

 

Á skránni leygardagin vóru nógv ymisk tiltøk - alt frá listaframsýning og barnatiltaki til sølutorg og ymiskar tónleikaframførslur.

 

- Veðrið var so avbera gott, og sera nógv fólk vóru í Vági. Hetta sást eisini aftur í luttøkuni til ymisku tiltøkini, og tað læt til, at fólk hugnaðu sær óført.

 

Í Vágs kommunu eru tey sera takksom og gleða seg til Ljósfestina næsta ár, sum verður í Vági leygardagin hin 12. august 2023.

 

##med2##