Ein fantastisk finala

Brotssparksavgerðir eru altíð keðiligar. Men undan hesum høvus áskoðararnir á Luzhniki og hyggjarar kring heimin sæð eina finalu, sum veruliga livdi upp til tað, sum tvey av heimsins bestu liðum eiga at borga fyri

Fótbóltur

 

Aspektini vóru so nógv. Tað var Ferdinand móti Terry, Scholes móti Ballack, Ferguson móti Grant, Drogba móti Ronaldo, russiku milliardirnar móti amerkonsku ditto. Og alt í heimstaðnum hjá Abramovich, har Nemanja Vidic eisini hevur átt síni fet á Luzhniki Stadion.

Tvídystirnir í dystinum vóru nógvir, og eins nógvar vóru søgurnar, sum ymsu miðlarnir bryggjaðu sær saman kring ársins finalu í Champions League. Ein finala, sum í nógvar mátar var tann, sum fótbóltsfjepparar ynsku sær. Og sum fyri fyrstu ferð í søguni paraði tvey ensk lið ímóti hvørjum øðrum avgerandi dystinum um, hvør er best í Evropa.

 

Heimsins besti

Óteljandi ferðir hava júst teir dystirnir, sum undan fyrsta sparkinum verða róptir sum aldarinnar dystur, skuffað fótbóltselskarar.

Ivaleyust var vónbrotið hjá øllum Chelsea-fjepparum eisini stórt, men eftir stóð ein finala, sum gjørdist eitt sat brak. Eitt drama við vøkrum fótbóltsspæli, intensiteti, hetjum og syndarum.

Tað var kanska ikki so nógv, sum bendi á tann bógvin fyri steðgin. Eftir fyrstu varisligu minuttirnar var Manchester United liðið, sum setti seg á dystin. Kvika álopsspælið saman við einum framúr væl uppløgdum Ronaldo tagaði Chelsea-verjuna sundur, og ikki minst mundi Michael Essien valla vita, hvørjum beini hann skuldi standa á, tá Ronaldo við hæli og tá driblaði, fintaði og spældi.

Og tað líktist krúnuni á verkinum, tá júst Ronaldo var maðurin, sum stútaði United framum. Eitt mál, sum saman við spæli hansara annnars mest sum sementeraði favoritt-støðu hansara til at fáa gylta bóltin frá France Football og heiðurin frá FIFA sum heimsins besti spælari.

Og einki forgjørt vildi verið í, um Manchester United økti til bæði 2- og 3-0. Men fyrru ferðina hálvbjargaði Cech fyrst stútaranum frá Tevez, áðrenn hann framúr væl bjargaði retursparkinum frá Carrick. Og í aðrari roynd var Tevez bara sentimetrar frá at skumpa bóltin í manntóma málið, eftir at Rooney hevði spælt innfyri.

Chelsea hevði hinvegin millum lítið og einki at bjóða uppá. Størsta møguleikan fingu teir, tá Ferdinanad – ið annars átti stórt fríspark – varð trýstur somikið í ryggin, at hann noyddi van der Saar at stórbjarga, og tá Ballack sendi fríspark úr góðari støðu himmal høgt upp um málið.

 

Chelsea á øllum

Burtur úr ongum fekk Chelsea tó javnvág í beint fyri steðgin. Essien slapp at reka nakað frameftir, áðrenn hann smekkaði til. Skotið hevði kanska ikki tað stóra upp á seg, men umvegis beinið á Vidic og bakið hjá Ferdinand stóð Lampard brádliga leysur, og so stóð 1-1.

Sálarliga kundi timingin neyvan verið betri fyri Chelsea, og seinnu trý korterini settu teir bláu seg á alt. Til tíðir minti spælistílurin hjá Manchester United mest sum Landskrona-tíðina hjá føroyska landsliðnum. Men eins og í Landskrona á sinni, so kom alla tíðina ein seinasta tackling inn á Chelsea-álypararnar. Drogba snaraði sær, áðrenn hann sendi eitt fantastiskt skot á stólpan, og Lampard sparkaði bóltin upp undir tvørtræið, tá Ballack hegnisliga spældi hann leysan.

Á váta, hála og tunga vøllinum nýttu spælararnir alla orku, og tað er meira enn sjáldsamt at síggja yrkisspælarar í toppklassa liggja við krampa longu eftir 70 minuttum. Men sjónin við einum strekkjandi Ferdinand var á ongan hátt eitt eitt serstakt fyribrigdi í dystinum.

 

Tá teir størstu kiksa

Stutt undan dystarloki varð Ryan Giggs sendir á vøllin. Við hesum skrivaði hann søgu sum spælarin, ið hevur spælt flestar dystir fyri Manchester United. Og talan kundi verið um tað reina ævintýr, hevði Terry ikki snarað høvdinum trý stig eyka, so hann akkurát kundi beina royndina frá einum púra blankum Giggs upp um málið.

Tí gjørdist neyðugt við longdari leiktíð, men her hevði møðin av álvara sett inn. Tungi vøllurin gjørdi ikki støðuna betri, og tað stóð alt meira greitt, at brotsspørk skuldu til, skuldi ein avgerð finnast. Ikki minst eftir at Drogba varð rikin av vølli, tá hann hevði dekan ov góðan hug at taka í Vidic.

Søgan tóktist endurtaka seg, tá Ronaldo misnýtti sína roynd. Við hesum fór hann í fótafetunum á øðrum mega-stjørnum, sum misnýttu sína roynd, tá mest stóð á. Shevchenko, Baresi, Elkjær og Baggio upplivdu allir, at teir misnýttu, tá teir minst høvdu ráð til tað. Men eitt navn afturat skuldi koma upp á listan. Glíðandi stuðulsbeinið hjá Terry á váta vøllinum er helst ein mynd, sum í allar ævir stendur prentað á nethinnuni hjá hyggjarunum, og so fekk Manchester United nýggjan møguleika. Her skoraðu Anderson og Giggs, og tá so van der Saar bjargaði royndini frá Anelka, var vinnarin funnin. Ein veruleiki, sum ein grátandi Ronaldo kundi staðfesta, tó at talan var um gleðistár, sum runnu av hansara kjálkum.

Klokkan var tá farin væl um midnátt í Moskva, men í stjørnurokinum á Luzhniki var hetta ikki nakað, sum nervaði áskoðararnar, meðan Ferdinand og æviga ungi Giggs kundu lyfta stóra steypinum.