Ein føroysk komedia!

Tíðinda

 

TÍÐINDASKRIV

Leikhúsið Gríma

????????????????



Leikárið 2001-2002 er byrjað hjá Leikhúsinum Grímu á Meiaríið, og tað verður lagt út við einum nýggjum føroyskum skemtileikið hjá Súsonnu og Hans Tórgarð.

Nú er látur at hoyra úr Meiarínum í Havn, tí leikhúsið Gríma er nú komi væl áleiðis við venjingunum av tí nýggja skemtileikinum ?Fótur í Hosu" .

Hesin skemtileikur er skrivaður úr tí tíðini vit liva í, í dag, í morgin ella kanska var tað ígjár. Vit kenna typurnar aftur tí her eru bæði grannin, og kanska eisini fastur við sum typir.

Ein skrellimaður, ein dama av tí ?lættlivandi" slagnum og ein danskur taxachauffør finna tvær føtur í einum skrelliposa. Skrelliposin kemur frá bankastjóranum sum býr hinumegin vegin, og áðrenn nakar veit av er alt ein syndigur hurlivasi av fólkapensjónistum, whiskyfløskum, puddilhundum, elektrikarum, skóleysum alkoholikarum, rabarbusúltutoyið og Ga-joli!

Súsanna og Hans Tórgarð ið hava skrivað leikin, eru kend á føroyska leikpallinum, og vita tey tí hvørjar streingir tey skullu røra við fyri at skemta áskoðarunum. Hans leikstjórnar sjálvur leikinum og hevur hann eisini gjørt pallmyndina. Afturat sær hevur hann Edward Fuglø, ið hevur staðið fyri búnum, pallmáling, rekvisittum, plakat og mongum øðrum. Leikarar eru Kristina Hansen, Birita Mohr, Ria Tórgarð, Egi Dam, Aksel Joensen, Høgni Johansen og Kári Øster. Zacharias Guttesen hevur ljóssett.

Fótur í hosu, verður sýndur fyrstu ferð á Gamla Meiarínum leygarkvøldið 29. september kl. 19.00.

Leikurin verður sýndur í september & oktober, og so leingi sum fólk koma. Sýningar verða týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag kl. 20.00, og leygardag og sunnudag kl. 16.00 Eisini verður farið út um landið at ferðast við leikinum.