Ein føroysk kenning

Í ár er møguleikin fyri eini føroyskari kenning á tjóðarhátíð okkara størri og betri enn nakrantíð áður

Stutt fyri jól í fjør fingu føroyingar sín tjóðarsnaps, tá fyritøkan Dism við Mortan Mols Mortensen og Erling Eidesgaard á odda, fór undir at framleiða føroyskt rúsdrekka. Úrslitið var akvavitt, ið fekk navnið Lívsins Vatn.

Fyri góðum mánaði síðani kunngjørdu somu menn, at nú fekst Eldvatn. Eldvatn er vodka, framleitt úr føroyskum vatni til føroyingar.

At skola sterka løgin niður, hevur føroyingurin manga føroyska øl at velja í millum. Føroya Bjór framleiðir og selir hópin av ymiskum øli, og harvið er fyri at drekka sær eina reina føroyska kenning er størri og betri enn nakrantíð.


Klassikarar

Men er tað nakað, ið er serføroyskt og hoyrir tjóðarhátíð okkara til, er tað sermerktar blandingar við einum heilt óvanligum temperaturi – ofta nevndur nossatemperaturur – bjóðaður úr lummafløsku.

Hóast tað ikki er til at vita, hvat tú fært í munnin, eru nakrir afturvendandi løgir, ið tú heilt víst fært bjóðað á ólavsøku.

Heitt taffel akvavitt, ein sonevndur reyður Aalborg, er tann mest vanligi. Ein variantur av hesum er at sleppa nakað av sitrónvatn í. Ikki tí, at tað verður betri av tí, men tað ger man bara.

Heitt og bíligt ginn er er somuleiðis tiltikið. Ein nýggjari drykkur er Baileys, hvørt løgur í høvuðsheitum er gjørdur á whiskey og róma, og fær hann ein ógvuliga undarligan og klumputtan konsistens av liggja í flógva vestalummanum. Famous Grouse og annað whisky í minni dýra endanum, eru eisini klassikarar.

Við øðrum orðum er tað danskasta akvavitti eins føroyskt og Lívsins Vatn á ólavsøku. Skál og góða ólavsøku!