Ein føroyingar afturat er nú frískur

Samstundis er eitt stórt tal av fólki sloppið úr sóttarhaldi

Í morgun er triði føroyingurin, ið hevur fingið staðfest corona-smittuna, vorðin frískur aftur og loystur úr sóttarhaldinum.

Tað sigur Heilsumálaráðið í morgun.

Tá ið hann varð smittaður, vóru 51 fólk, sum viðkomandi hevði havt samband við, eisini sett í sóttarhald.

Men eingin teirra hevur sjúkueyðkenni, so tey eru eisini øll loyst úr sóttarhaldinum.

Í løtuni er smittan staðfest hjá 80 fólkum, og gott og væl 600 fólk eru í sóttarhaldi. Men enn er eingin so sjúkur, at tað hevur verið neyðugt at leggja nakran inn á sjúkrahús, og eingin er deyður av sjúkuni heldur