Ein enn betri Mazda3

Kappingarførir prísir, sportligir koyrieginleikar og japanskur kvalitetur tá hann er best, er nakað av tí, sum eyðkennir Mazda3

Mazda eru komnir á marknaðin við einum nýggjum Mazda3, sum er ein bilur í sonevnda Golf-klassanum. Onnur generatión av Mazda3, sum fyrstu ferð varð presentaraður í 2003, er ein størri og rúmligari bilur enn forgangarin.


Eins og forgangarin verður hesin gjørdur sum sedan við fýra hurðum og sum hatchback við fimm hurðum. Sedan útgávan er eitt sindur longri og hevur 430 litra stórt viðførisrúm.


Bilurin fær sera góð ummæli frá motorjournalistum, sum leggja serligan dent á góðu og sportligu koyrieginleikarnar hjá Mazda3. Serliga nógv er gjørt við ljóðdoyving fyri at sum minst hoyrist til motorin og dekkini undir koyring.


Mazda3 fæst við tveimum bensinmotorum: 1,6 við 105 hk og 2,0 við 150 hk, og tveimum dieselmotorum: 1,6 DE við 109 hk og í sportútgávuni 2,2 DE við 185 hk. 2.0 bensinútgávan hevur i-Stop sum standard. Bilurin er lættari enn forgangarin, og motorarnir brúka munandi minni av brennievni, eins og CO2 útlátið er lægri.


Mazda3 kann síggjast og roynast á Bilasøluni í Hoyvík. Prísur úr kr. 213.000.