- Eg haldi ikki, at vit hava meiri at gera um jólini og á nýttárinun enn annars. Fólk eru røsk at hava roykvarnarar og aðra sløkkiúgerð, og eg trúgvi, at tað minkar munandi um talið á eldsbrunum. Í veruleikanum eru stormarnir og ikki eldsbrunarnir, sum elva okkum størst høvuðbrýggj, sigur Karni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari.
Arbeiðið á sløkkiliðsstøðini í Havn koyrir sum vant eisini nú á hávetri, tá ein annars kanska hevði hugsað, at flestu eldsbrunarnir vóru.
- Arbeiðið hjá okkum koyrir í eini fastari vaktarskipan, har helvtin av sløkkiliðsmonnunum altíð eru tøkir, sigur Kartni Jacobsen.
Hann sigur, at 29 mans eru knýttir at brandstøðini í Havn og teir eru sostatt 14, sum eru tøkir, um eitthvørt skuldi verið á vási.
Kartni Jacobsen sigur, tilbúgvingin hjá sløkkiliðnum er so góð, sum hann metir, at ber til.
- Vit skulu vera av støðini innan fimm minuttir eru farnir, og tað klára vit undir vanligum umstøðum. Sostatt eru vit á staðnum innan sjey, átta minuttir, um eldsbrunin er í Havnini, greiðir hann frá. Tað er einans, um veðurlíkindini eru sera torført, sum í hálku, at tíðarfreistin ikki heldur.
Spurdur, um ikki ber til at stytta responstíðina sigur Kartni Jacobsen, at einasti hátturin at gera tað, er at hava eina fullmannaða støð, men at tað fer at krevja eina størri íløgu.
- Spurningurin er, um íløgan rættvísger nyttuna vit fáa úr tí. Vit hava ein eldsbruna um vikuna og av teimum er okkurt árið ein, kanska tveir, men sum oftast eingin eldsbruni um árið, har tað hevði gjørt ein mun, um vit vóru komnir á staðið fyrr. Um støðin var fullmannað, so høvdu vit komið avstað innan ein minutt og sostatt verið á staðnum innan fýra minuttir, sigur hann, og vísir á, at ongastaðni í londunum um okkum eru fullmannaðar støðir á so smáum plássum.
Les meiri í Vikublaðnum, sum kom í hvørt hús mánadagin.