Ein eldsál í ítrótti takkar fyri seg

Ein ímynd innan føroyska svimjing og føroyskt ítróttarsamstarv takkaði fyri seg á aðalfundinum hjá ÍSF í dag.

 

Tað skrivar Ítróttarsamband Føroya:

 

– Jon Hestoy ger einki hálvt, og tað hava vit havt tann stóra forrætt at uppliva í ÍSF seinastu seks árini – hesaferð, skrivar ÍSF við tilsiping til, at hann áður hevur sitið í nevnd ÍSF.

 

– Føroyskur ítróttur og ikki minst føroysk svimjing hava almikið at takka Jon Hestoy fyri. Í dag er ein sorgblíður dagur, tí vit vita, at Jon traðkar út úr okkara felagsskapi. Men vit vita, at hansara skarpa vit og tunga fara at fylgja okkum, og fyri tað eru vit takksom.

– Takk fyri alt, Jon Hestoy, skrivar Ítróttarsamband Føroya.