Ein eldbrunafella: Livandi ljós, grann og jólahugni

Jólahýrurin við livandi ljósum, grann og heimagjørdum mati er hugnaligt, men kann lættliga gerast ein eldbrunafella. Í desembur mánað hvørt ár er blandingin av granni, livandi ljósum og matgerð stórsta grundin til eldbrunar enn nakað annað. 

Ein eitt sindur turr jóladekoratión, eitt stearinljós sum koppar, ella nøkur livandi ljós í vindeygakarminum kann lættliga gerast til ein stóran eld uppá fáar minuttir. 

 

 

Tá talan er um livandi ljós ræður um at ansa sær, livandi ljós kunna lættliga festa í gardinur, dúkar, teppir o.a. sum vanliga prýir heimi um jólini. Ístaðin fyri at seta ljós, at brenna, slík støð, so er smartast at stilla ljósið burturfrá gardinum, dúkum, teppum og annars øðrum, sum lættliga kann festast í. 

 

 

Gakk aldrin burtur frá brennandi ljósið, stilla tað altíð á eina flatu, sum ikki brennur, og soleiðis at børn ikki kunna fáa fatur á tí. Tað eisini umráðandi at hava í huga, at tað er ikki bara eldurin sum kann gera álvarsaman skaða, roykurin frá eldinum er eisini vandamikil og hevur meir enn so haft tað við sær at fólk muga flyta út í eina tíð orsaka av roykskaðanum. 

 

 

Góð ráð at sløkkja smærri eldar: 

  • Kemur eldur í jólatræði, ein dúk, eina dekoratión ella líknandi, ber til at sløkkja tað við vatni ella brandteppi
    • Um tú velur at sløkkja við vatni, er umráðandi at tú sproytar vatnið har sum eldurin kemur frá, og ikki bara á flammurnar. 
    • Sløkkir tú við einum brandteppi, er umráðandi at tú heldur teppi soleiðis at bæði hendurnar og andliti er dekka, legg teppi oman yvir eldin. Tá tú tekur teppi av aftur er umráðandi at tú tekur tað av líka sum tú legði tað á.
  • Kemur eldur í vesku ella feitt/olju má man IKKI nýta vatn at sløkkja eldin við. Aftur ímóti skal man kvala eldin við onkrum sum er eldfast, til dømis um eldur er í einari grýtu, er umráðandi at grýtulokið verður lagt á fyri at kvala eldin. Loki skal leggjast á soleiðis at tað verjir teg frá flammunum. 

 

 

 

Góð ráð at sleppa undan eldi:

  • Halt livandi ljós vekk frá træðnum, dekoratiónum og øðrum tingum sum lættliga brenna. 
  • Ikki set ljós beint á borðið ella aðrar flatur, legg heldur okkurt eldfast undir ljósið.
  • Stilla ljós soleiðis at hvørki børn ella kelidjór kunna koma nær.
  • Hav vatn tætt við, og gang aldrin burtur frá livandi ljósum. 
  • Hav eitt brandteppi tøkt onkrastaðni soleiðis at øll kunna finna tað. 
  • Kannið battaríðini í roykalarminum javnan og havi ein eldsløkkjara í heiminum.