Ein einastandandi kvinna er farin

Beint áðrenn lívsverk hennara gjørdist veruleiki, varð Fanny Petersen tikin burtur. Hon var ein av kvinnunum í Klaksvík, sum fyri fimti árum síðan fóru at savna pening inn til bústað fyri eldri

Týskvøldið, tann 17 desembur á midnátt, andaðist Fanny Petersen í Klaksvík, 94 ára gomul. Fanny var dóttir Henrikku Sofíu Joensen og Hans Cristoffer Hansen.
          Í 1934 giftist hon Hans David Petersen úr Vági, og fingu tey synirnar Óla og Herman.
          Saman við øðrum kvinnum var hon við til at stovna Húsmøðrafelagið. Eisini var hon ein av undangongukvinnunum, sum fyri meiri enn 50 árum síðani tóku stig til at fáa bústaðir til eldri í Klaksvík.
Um fáa dagar letur sambýlið á Kráarbrekku upp. Tað var tað ein stór gleði fyri hana, tá henda bygging fór í gongd, og hon gleddi seg til at verða við til hátíðarhaldið, sum verður í tí sambandinum.
Men tað eydnaðist henni ikki. Hon slapp burtur eftir eitt langt og gott lív.
          Fanny, sum var kvinna langt fyri sína tíð, sá tað neyðuga í, at kvinnur koma fram og eru við til at taka avgerðir. Sjálv hevði hon stóran áhuga í øllum tí, sum fyrifórst í samfelagnum.
          Hóast høga aldurin, var hon framvegis ein serstakliga áhugaverd kvinna at koma í prát við. Tú fór ongantíð tómhent aftur frá Fanny.
          Hon var ein av teimum, sum dugdi at skapa hugna rundan um seg, og kom tú á gátt hjá henni, var ikki leingi, til ketilin snurraði, og te og køkur stóðu á borðinum.
          Heimið hjá Fanny angaði av friði og hugna, innan- sum uttandura. Hon var altíð við tí góða og uppbyggjandi orðinum. Hon dugdi at gleðast við øðrum og legði dent á at eggja teimum, ið komu á hennara lívsleið at halda fram í tí, tey nú einaferð høvdu til uppgávu ella hjartamál í lívinum.
          Hon var ein góður og trúsfastur vinur. Hon hevði evnini at lurta, og var ein einastandandi ráðgevi og vegleiðari. Hon var ein vís kvinna, sum hvørki var partísk ella fanatisk, og hon var altíð saklig í síni grundgeving.
Fanny gleddi seg til at síggja lívsverk sítt gerast veruleika, men tað eydnaðist henni ikki. Nú hon er farin, fer hon at verða nógv saknað, ikki bara av familju sínari, men eisini øllum teimum, ið hon við serstakliga stóra hjartalagi sínum evnaði at vinna sær sum vinir.
          Ærað verði minnið um Fanny Petersen.