Ein einaræðisharri verður afturvaldur

Síðan 1994 hevur hann knúst alla andstøðu í landinum, har fólk, sum ikki eru samd við forsetan, sita í fongsli

Í morgun lótu valhølini upp í Hvítarusslandi, har einasta veruliga valevni er sitandi forseti, Aleksandr Lukasjenko.

 

Hann hevur stýrt landinum við jarnhond heilt síðan 1994.

 

Hesi mongu ár er hann oftast umrøddur, sum seinasti einaræðisharrin í Evropa.

 

Aleksandr Lukasjenko hevur knúst alla andstøðu í landinum, har fólk, sum ikki eru samd við forsetan, sita í fongsli.

 

Níggju milliónir fólk búgva í Hvítarusslandi, og eingin ivi er um, hvør fer at vinna valið - um tað yvirhøvur ber til at tosa um at vinna eitt val.

 

Hvítarussland var áður partur av gamla Sovjetsamveldinum.

 

Fýra lítið kendir politikarar hava gott nokk fingið loyvi til at stilla upp sum sonevnd mótvalevni til sitandi forseta.

 

- Men, teir hava ongan møguleika, og úrslitið av forsetavalinum í Hvítarusslandi verður fimm ár aftrat til Aleksandr Lukasjenko, skrivar NTB í morgun.