Upprunaliga skuldi tríggir dystir verið spældir í Eik-liguni hjá kvinnum í gjárkvøldið, men í vikuni boðaði Flogbóltssambandið frá, at dysturin í Trongisvági millum kvinnurnar hjá TB og Fleyr var útsettur. Hann verður í staðin spældur fríggjakvøldið 19. februar klokkan 18.