Hol verður sett á 20. umfar í Effodeildini í dag kl.16, tá ið Víkingur heima í Sarpugerði tekur ímóti B68. Víkingur er á fjórða plássi, meðan B68 er á áttanda plássi.
Víkingur, sum nú hevur fingið kanska hin týdningarmesta leikaran á liðnum, liðskiparan Atla Gregersen, við aftur, stríðist við at halda samband við oddan. Serliga 2. plássið er í eygsjón og bara tvey stig frá teimum. Eftir summarsteðgin hevur tó verið heldur linligt hjá Víkingi, sum bara hevur fingið ein sigur í teimum fýra dystunum hesumeðin summarsteðgin.
Gongdin hjá teimum skal helst vendast nú ímóti B68, sum í alt ár hevur bíðað eftir at gongdin skal vendast. Úrtøkan hjá B68 eftir summarsteðgin hevur verið júst hin sama sum tann hjá Víkingi: ein sigur, eitt tap og tveir javnleikir. Skal gongdin hjá teimum vendast og sleppast leyst úr botninum, so er við at vera í tøkum tíma hjá toftamonnum at fáa trý stig á kontuna.
B68 hevur fingið enn ein skaða at stríðast við, nú miðvallarin André Olsen gjørdist skaddur ímóti NSÍ seinasta leygardag.
Dysturin byrjar kl.16.00. Dómari er Eiler Rasmussen.










