Ein dyggur smeiturhjá smáum reiðarunum

Upp á fýra ár hava teir fingið eina stóra rokning frá landsstýrinum

 

Upp á fýra ár eru reiðarar farnir frá, at teir einki skuldu rinda til at teir skulu rinda fyri fýra dagar.

Tað vísir reiðarafelagið á, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá samgonguni um at broyta løgtingslógina um dagpening vegna sjúku, har arbeiðsgevarar nú skulu rinda fyri fýra teir fyrstu sjúkudagarnar hjá sínum starvsfólkum. Higartil hava teir goldið fyri tveir teir fyrstu dagarnar.

Broytingin hevur við sær, at útreiðslur verða fluttar frá landskassanum yvir á privatar arbeiðsgevarar, og tí krevja slík uppskot altíð gjølliga viðgerð, sigur Reiðarafelagið.

Við hevur verður parturin hjá arbeiðsgevurum sostatt tvífaldaður úr tveimum upp í fýra dagar, og talan verður sostatt um munandi hægri útreiðslur hjá fleiri arbeiðsgevarum, sigur felagið.

 – Eingin meting er gjørd av, hvussu nógv hetta uppskotið fer at kosta reiðaríunum, men tað er væntandi útreiðslurnar hjá reiðarunum fara at hækka munandi.

– Hetta merkir, at í einum fýra ára tíðarskeiðið er arbeiðsgevaraparturin hjá reiðaríum farin úr ongum upp í fýra dagar, har reiðaríini skulu rinda. Talan er sostatt um munandi versnaðar umstøður hjá føroyskum reiðaríum, og hetta kann gerast ein dyggur smeitur hjá smærri reiðaríum, ið frammanundan hava tungan rakstur, sigur Reiðarafelagið.