Sambært neyðhjálparfólki í ukrainska býnum, Zaporizjzja, hava russisk álop í nátt kostað einum fólki lívið og í minsta lagi fýra hava fingið løstir.
- Millum tey løstaðu eru tvey børn, siga hjálparfólkini.
Loftverjan í Ukraina sigur á Telegram í morgun, at Russland í nátt hevur sent 81 dronur og fýra rakettir móti Ukraina.
Tað eydnaðist ukrainsku loftverjuni at skjóta niður 66 av dronunum.
Loftverjan leggur aftrat, at Russland eisini hevur skotið rakettir móti ukrainska býnum, Poltava í nátt.
Í løtuni er einki frætt um, at nakar er deyður í álopunum á Poltava, sum liggur har eysturi í Ukraina.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi í morgun.










