Bartal Wardum. Tað er navnið á tí einans 17 ára gamla miðvallaranum, sum legði HB á odda 1-0 ímóti FK Partizan í 2. umfari av Champions League í gjárkvøldið. Hann varð innskiftur í 22. minutti fyri ein skaddan Heina Vatnsdal, og 13 minuttir seinni rann hann seg leysan í málteiginum og legði HB á odda 1-0. Ein dreingjadreymur hjá blaðunga leikaranum, viðgongur hann.
- Ja, tað er tað so heilt sikkurt. Eg rokni við at eg, eins og nógvir aðrir dreingir, hava droymt ella droyma um at skora í Champions League, segði Bartal Wardum í práti við in.fo eftir dystin í gjárkvøldið, sum FK Partizan vann 3-1 og harvið sleppur víðari í kappingini við samanløgdum 6-1-sigri.
Bartal Wardum hevur í ár fyri tað mesta spælt á U18- og næstbesta liðnum hjá HB, men hann venur við Effo-hópinum og hevur eisini fingið nakrar minuttir á besta liðnum. Hann spælir mitt á miðjuni, men onnur ár í ungdómsdeildini og á ungdómslandsliðum hevur hann eisini spælt nógv í miðverjuni.
- Bartal er ein ungur HB-leikari, sum er komin ígjøgnum HB-skúlan. Hann hevur vant fast við besta hópinum í alt ár. Hann er krút hamrandi sterkur og tekniskt væl fyri, men ger tó ikki nógvan háva av sær. Hetta er ein spælari, sum HB-viðhaldsfólk longu hava sæð, og eisini koma at síggja enn meiri til í ár. Hann spældi ein góðan dyst í kvøld, segði HB-venjarin, Heðin Askham, eftir dystin í gjárkvøldið.