Ein dreymur

Tá FCK tryggjaði sær gullmerkini sunnudagin, var hetta samstundis ein dreymur, sum rann út, hjá stjóranum í felagnum

 

DM-gull


Í leikskránni til dystin skrivaði Flemming Østergaard, at um FCK nú gjørdist meistari, so var tað ein dreymur, sum rann út. Eftir dystin var hesin dreymur runnin út, og tað var eisini ein sera fegin Flemming Østergaard, sum vit hittu eftir dystin.

- Hetta er so avgjørt ein dreymur, sum nú rennur út hjá mær. Tá eg kom til felagið í 1997 settu vit okkum mál um, at vit skuldu gerast meistarar, og tað eru vit so eisini nú. Tað er sjálvandi nakað, sum eg eri bæði fegin og errin um.


Heldur orð

Stjórin hevur eisini leingi verið vísur í, at tilfarið var veruliga til nakað stórt í liðnum. Tá yvirritaðu fyri einum ári síðani vóru á vitjan í Keypmannahavn, tóktist stjórin sera vísur í síni søk, tá hann segði »verða vit ikki meistarar í ár, so verða vit tað næsta ár«. Nú hetta er vorði ein staðfesting, spurdu vit hann eisini, hvørjar orsøkirnar til gullmerkini vóru.?

- Eg plagi jú at halda tað, sum eg lovi, sigur hann fyrst við einum smíli.

- Uppskriftin er fyri tað mesta hart arbeiði. Vit hava eitt sera vælvirkandi felag, og ein av størstu orsøkunum er helst, at vit undan hesum árinum fingu Roy Hodgson til felagið. Hann hevur veruliga fingið liðið at virka sum eina eind, har allir stríðast fyri hvørjum øðrum. Vit hava sjálvandi eisini stórar profilar á liðnum, so sum Toda og Zuma, men fyrst og fremst riggar liðið nú nógv betri sum ein eind.


Stórfelag

Tað vóru eisini mong, sum ikki trúðu sínum egnu eygum, tá tað í fjør frættist, at Hodgson skuldi verða venjari hjá FCK. Áður hevur hann roynt seg hjá nøkrum av veruliga stóru feløgunum í Europa, og tá hann eitt nú hevur verið venjari hjá Inter, kundi tað tykjast løgið, at hann brádliga var at síggja í FCK. Kanska eitt stórfelag í Danmark, men vanliga ikki eitt av teimum, sum roknað verður við í Europa. Spurdur um hetta, svarar Østergaard, at hesum var hann als ikki samdur í.

- Nei, vit eru eitt stórfelag. Hyggur tú at umsetningi, yvirskoti og umstøðum annars, so eru vit avgjørt millum tey stóru í Europa, segði ein væl nøgdur stjóri at enda.