Ein deyðsfella á Skipanesi

- Tá tú koyrir oman á landsvegin á Skipanesi, kemur tú í eina rættiliga deyðsfellu, sigur Oscar Poulsen, sum býr í Eiðisbrekku undir Gøtueiði.

Tað eru fólk úr tilsamans átta húsum, sum dagliga skulu koyra oman á ferðsluríka landsvegin, sum gongur gjøgnum Skipanes. Tað eru fimm hús Undir Gøtueiði, sum hoyrir til Eysturkommunu og trý hús á Skipanesi, sum hoyrir undir Runavíkar kommunu, ið brúka hesa útkoyring.

 

Oscar Poulsen, sum býr í Eiðisbrekku Undir Gøtueiði, sigur, at síðan tey fingu hesa nýggju útkoyring oman á landsvegin, hevur hann stúrt fyri, at her fer at henda ein ferðsluvanlukka. Eru fólk á vitjan, og tey eru á veg avstað, hyggur hann í vindeyganum heima við hús fyri at vita, um tey koma oman á landsvegin í øllum góðum.

 

- Bilar, sum koma oman brekkuna og skulu út á landsvegin, hava púrasta einki sýni suðureftir. Teir bilar, sum koma oman Skipanes-brekkuna og inn eftir landsvegnum, blíva púrasta burtur í vegbuginum uttan fyri, áðrenn teir koma undan aftur og tvørtur við útkoyringini hjá okkum.

 

Hann sigur, at tá tú hevur koyrt út á landsvegin, og bilur knappliga kemur undan garðinum sunnan fyri, eru kanska bara 30 metrar millum bilarnar. At bilar koyra skjótt um hesar leiðir, er ikki so løgið, tí her eru eingi hús í niðara borð. Hinvegin er loyvda hámarksferðin 50 km/t.

 

- Tað eru trý ting, sum serliga órógva sýnið suðureftir. Tað er garðurin og trøini, sum síggjast á viðheftu mynd, stóra skeltið, sum tekur seg upp sunnan fyri - og so busskýli, sum ikki sæst serliga væl á hesi myndini, men sum sæst betri og órógvar meira, tá tú kemur longur oman í útkoyringina.

 

Oscar Poulsen sigur, at hann bæði hevur tosað við Landsverk og kommunurnar um henda trupulleika, ið hann sær sum eina rættiliga deyðsfellu, men líkt er ikki til, at nakað verður gjørt. Hann sigur seg stúra fyri tí degi, tá bilur koyrur út, og ein annar bilur samstundis kemur við ferð undan sýnuni sunnanfyri.

 

- Eg fari tí henda vegin at venda mær til avvarðandi myndugleikar um beinanvegin at taka hetta málið upp og gera nakað við tað, áðrenn ov seint verður. Eg havi snøgt sagt ikki samvitsku til at tiga, tí í mínari verð er henda útkoyring ein sonn deyðsfella, sigur Oscar Poulsen.