Seinnapartin varð nýggi Frítíðar- og Skeiðsdepilin ?Immanuel? í Skálavík tikin í nýtslu, samstundis sum ein standmynd varð avdúkað í hesum sambandi.
Omanfyri 400 fólk vóru samankomin til hesi bæði hátíðarhaldini, bæði úr oynni og av oynni.
Hetta var dagurin tá hesin framkomni depilin var komin so langt, at fólk fingu høvi at síggja, hvussu væl útgjørdur hann er og hvørjir møguleikar eru í og við honum.
Sum skilst hava fyrstu gestirnir longu biðið um pláss. Vikuskiftið 20. til 22. mai skal depilin roynast í verki, meðan ein eisini fær greiðu á, hvussu hesin prýðiligi bygningurin roynist.
Tað var Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum sum alment tók bygningin í nýtslu, meðan kona Eiler Jacobsen, einkja hansara Beinta klipti snórin.
Í deplinum eru 12 kømur, sum eru útgjørd við øllum hentleitum. Her er matstova, fleiri fundarhøli, ein høll sum kann rúma 300 fólkum og annars sera góðar umstøður til at halda skeið og hjá fólki at halda frí.
(Sí annars myndatema)